Fótbóltur

07 Vestur flongdi B36

Vágakvinnur vunnu í gjár 5-0 ímóti B36. Sissal Haraldsen skoraði hattrikk.

07 Vestur-kvinnur frøast um góða úrslitið (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

07 Vestur-kvinnur frøast um góða úrslitið (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2022-03-27 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36-kvinnur hava ikki fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið. Týsdagin taptu tær 1-0 ímóti meistarunum í fjør, KÍ, og í gjár taptu tær aftur.

Ikki bara 1-0, men heili 5-0. Tað var 07 Vestur, sum var á vitjan hjá B36 í Gundaali seint seinnapartin, og vágakvinnur gjørdu ikki mætari enn at fara vestur aftur við einum knúsandi sigri.

07 Vestur royndi seg í fremstu kvinnudeildini á fyrsta sinni í fjør, og kom við nøkrum óvæntaðum úrslitum. Aftur í ár sær út til, at Vágar kann bjóða av í kvinnufótbólti.

19 ára gamla Sissal Haraldsen skoraði hattrik við málum í 3. 76. og 90. minutti. Hinum báðum málunum tóku Carol Assis Silva og Evelin Da Silva Mastropasqua sær av í ávikavist 16. og 27. minutti.

Sambært hagtølunum á dystir.fo, høvdu liðini líka nógvar skotroyndir upp á mál, sjey hvør, meðan B36 hevði fleiri royndir, sum fóru framvið málinum.

Sí myndir frá dystinum B36-07 Vestur (jn.fo)

Hinir tríggir dystirnir í øðrum umfari verða leiktir seinnapartin. 

2. umfar Betri deildin kvinnur

B36- 07 Vestur 0-5 (0-3)
3’ Sissal Haraldsen 0-1
16’ Carol Assis Silva 0-2
27’ Evelin Da Silva Mastropasqua 0-3
76’ Sissal Haraldsen 0-4
90’ Sissal Haraldsen 0-5

Víkingur - KÍ (Sun 27. mars kl. 13:30)
EBS/Skála - HB (Sun 27. mars kl. 14:00)
NSÍ - TB/FCS/Royn (Sun 27. mars kl. 15:00)

Stigatalvan Betri deildin kvinnur

1. Víkingur (3 stig)
2. 07 Vestur (3 stig)*
3. HB (3 stig)
4. EBS/Skála (3 stig)
5. KÍ (3 stig)
6. NSÍ (0 stig)
7. B36 (0 stig)*
8. TB/FCS/Royn (0 stig)

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder