2022-01-31 16:43
07 Vestur hevur gjørt avtalu við Mads Borchers, sum eisini júst er komin til landið. 19-ára gamli áloyparin styrkir hópin hjá Michael Schønberg, sum nú byrjar at fáa skap.
Mads Borchers kom annars til Esbjerg fB úr SUB Sønderborg í 2017, sum 15 ára gamal, og fekk hann sín fyrsta dyst á besta liði í NordicBet Liguni í summar móti Vendsyssel. Hann er vanliga fremsti áloypari, men hann kann eisini leika longur afturi á vøllinum.
Ungi sønderborgensarin er komin til landið í dag, og kemur at venja við hópinum beinanvegin, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald