Í gjár kunngjørdi 07 Vestur, at kvinnuliðið hjá felagnum er komið upp í Betri deildina, og nú er eisini greitt, hvør skal venja kvinnurnar komandi kappingarárið.
Talan er um Frankie Jensen, sum 07 Vestur hevur sett sum venjara. Afturat sær hevur hann Høgna Egilstoft Nielsen sum hjálparvenjara, og fysiska venjaran hjá felagnum, Pól Hendrikkur Andreassen.
Í 2007 nam Frankie Jensen sær útbúgving sum UEFA-A venjari í Danmark, og hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur m.a. staðið á odda fyri ÍF Føroyum tá teir vunnu sær sæti í Keypmannahavnarseriuni, og hevur staðið á odda fyri U18 hjá HB, tá teir vunnu greipuna í 2011. Seinastu árini hevur Frankie Jensen starvast sum høvuðsungdómsvenjari hjá FC Hoyvík.
Saman við Høgna Egilstoft og Pól Hendrikki Andreassen hevur 07 Vestur eitt sterkt toymi at brynja kvinnurnar til Betri-deildina. Harumframt hevur felagið nú ein dugnaligan og ágrýtnan hóp av kvinnum, sum taka uppgávuna í størsta álvara og veruliga ynskja kvinnufótbólt á hægsta støði í Vágum, skrivar 07 Vestur.
– Málið hjá okkum er, at 07 Vestur skal fevna um allar kvinnuligar fótbóltsleikarar, bæði tær sum sikta høgt, men so sanniliga eisini tær sum spæla fyri hugnaðin og tí sosialu samveruna, sum er í einum fótbóltsfelagi, sigur Rannvá í Løðu, umboð fyri kvinnufótbóltin.
– 07 Vestur ynskir Frankie Jensen vælkomnum vestur, og ynskir honum og kvinnunum blíðan byr komandi kappingarár, sigur Rannvá í Løðu at enda.
Les eisini: Besta kvinnudeildin kemur upp á átta lið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald