placeholder
Fótbóltur

07 Vestur skal niður í 1. deild

AB varðveitur sessin í fremstu deildini eftir sigurin á Eiði.

2018-10-27 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsárið er nú av. Seinastu dystirnir í 1. deild og Betri-deildunum hjá kvinnum og monnum eru leiktir seinasta døgnið. 

Eftir úrslitini í 1. deild var greitt, at B68 ikki megnaði at flyta upp saman við ÍF. Harvið var spenningurin í Betri-deildini seinnapartin á Eiði og í Trongisvági. AB var á vitjan hjá EB/Streymi, og argjamenn skuldu vinna, helst við minst tveimum málum, og vóna at 07 Vestur ikki fekk meira enn ein javnleik. 

Eftir at EB/Streymur var meira vandamikið frá byrjan, tók AB yvir sum fráleið. Og stutt fyri hálvleik legði Jobin Drangastein AB á odda, tá hanns etti bóltin væl í EB/Streyma málið, eftir at Bjarki C. Nielsen legði væl útfrá við høvdinum.

Har vóru ikki nógvir málmøguleikar í 2. hálvleiki. Tað var málleyst við Stóra, og um tað úrsltið helt, vóru argjamenn noyddir at skora einaferð afturat. Útlitini gjørdust verri, tá Bjarni Skála fekk sítt seinna gula kort, tá eitt lítið korter var eftir. Men beint áðrenn yvirtíðin fór í gongd sló lívligi Tóki á Lofti til fyri AB. Fyrrverandi EB/Streyma-leikarin lukkaði dystin, og nú varð bíða eftir tíðindum úr Trongisvági. Og tá tað frættist, at TB/FCS/Royn hevði lagt segá odda, kundi argjamenn kenna seg tryggar, og frøin var sera stóra og tók næstan ongan enda.

Flott avrik av argjamonnum og sera súrt hjá 07 Vestur. Vágamenn fingu eina lívlinju frá næstbesta liðnum hjá Víkingi fyrr í dag og kundu avgera alt við einum sigri, men teir noyðast tungu leiðina niður. 

Í Runavík var dystur um silvurheiðursmerki. NSÍ kundi tryggjað sær tað við einum javnleiki. KÍ legði seg á odda í 25.minutti, men fimm minutir seinni fekk Deni Pavlovic reytt kort. Í 2. hálvleiki gjørdi heimaliðið sær dælt av yvirtalinum, og "sjálvandi" vóru tað Árni og Klæmint, sum slóu til og tryggjaðu NSÍ 2. plássið. KÍ megnaði ikki at fáa silvur triðja árið á rað. B36 fær bronsu; teir komu afturum á Skála, men vunnu at enda trygt.

Í Gundadali var gullveistla, eftir at HB vendi 0-1 til 2-1 seinastu minuttirnar móti Víkingi, ið endliga lat trónina yvir til HB, ið hevur verið suverent í ár. 

27.umfar: 

HB - Víkingur 2-1 (0-1)
0-1 Gunnar Vatnhamar
1-1 Adrian Justinussen (br)
2-1 Niklas Kruse

NSÍ - KÍ 2-1 (0-1)
0-1 Óli Eyðsteinsson Poulsen
1-1 Árni Frederiksberg (br)
2-1 Klæmint A. Olsen
Reytt kort: Deni Pavlovic (KÍ - 30.min)

Skála - B36 1-5 (1-3)
1-0 Heðin Klakstein
1-1 Meinhard E. Olsen
1-2 Hugin Samuelsen
1-3 Kaimar Saag
1-4 Meinhard E. Olsen
1-5 Ragnar Samuelsen

EB/Streymur - AB 0-2 (0-1)
0-1 Jobin Drangastein
0-2 Tóki á Lofti
Reytt kort: Bjarni Skála (AB - 80.min)

Suðringar - 07 Vestur 1-0 (0-0)
1-0 Stefan Radosavljevic

Endaliga støðan í Betri-deildini: 
HB 73
NSÍ 55
B36 53
KÍ 51
Víkingur 39
Skála 29
TB/FCS/Royn 28 
EB/Streymur 21
AB 18
07 Vestur 17

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder