Fótbóltur

07 Vestur vann týdningarmikla botndystin

Øll trý stigini vóru verandi í Sørvági eftir botnbrakið.

Sonny Jakobsen, ið kom úr Thisted í summar, avgjørdi dystin á Dungasandi í dag
(Mynd: 07vestur.fo)

Sonny Jakobsen, ið kom úr Thisted í summar, avgjørdi dystin á Dungasandi í dag (Mynd: 07vestur.fo)

2018-08-12 18:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AB og 07 Vestur liggja í løtuni í sera tungum sjógvi. Tað er langt upp til Suðringar og 8.cplássið, og í løtuni liggja bæði ÍF og B68 til uppflyting í 1.cdeild. Í dag hittust liðini, sum eru undir strikuni í Betri-deildini, á Dungasandi.

Talan var um ein inntensan dyst, har tað var málleyst leingi. Bæði liðini høvdu sínar møguleikar, og kanska var tað meira 07 Vestur, ið søkti at. Sterki áleyparin Ken Fagerberg royndi seg nakrar ferðir, og hann var eyðsýndur í botndystinum.

Tað var álopsmakkarin hjá svianum, ið gjørdist matchvinnari. Eitt korter fyri tíð sló nýggi danski áleyparin hjá 07 Vestur. Sonni Jakobsen legði heimaliðið á odda 1-0, og so kundi heimaáskoðarnir fegnast. 

Tað kundi teir eisini eftir seinasta bríksl hjá Kára á Høvdanum. 07 Vestur vann fyri bert aðru ferð í ár, og er nú eitt stig aftanfyri AB, ið ikki hevur fingið stig síðani í mai. Uppflytarnir hava tapt átta dysir á rað. 

Fyrr í dag vunnu Víkingur og NSÍ, og tryggjaðu sær harvið umráðandi stig í stríðnum Evropa, har B36 nú er eitt sindur aftanfyri eftir stigamissirnar í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið vann HB oddabrakið í Klaksvík. 

18.umfar: 

Fríggjakvøldið 10/8:

KÍ - HB 0-1(0-0)

0-1: Ari Mohr Olsen

B36 - EB/Streymur 2-2(1-1) 

0-1 Andras Olsen
1-1 Kaimar Saag
2-1 Benjamin Heinesen
2-2 Arnbjørn Hansen

Í dag(12/8):

Skála – Víkingur 0-2 (0-2)

0-1: Adeshina Lawal

0-2: Filip Djordjevic

 
NSÍ – TB/FCS/Royn 1-0 (0-0)

1-0: Klæmint A. Olsen


07 Vestur - AB 1-0(0-0)

1-0: Sonny Jakobsen


Støðan í Betri-deildini:
HB 46
KÍ 41
NSÍ 36
Víkingur 35
B36 30 *
EB/Streymur 18
Skála 18
TB/FCS/Royn 15 
AB 8 
07 Vestur 7 *

* Ein dyst færri 

Longu hóskvøldið eru dystir aftur. Finalistarnir í steypakappingini skulu spæla hetta hóskvøldið ístaðin fyri 23, sum tað annars stóð í skránni. B36 tekur móti KÍ, og HB er á vitjan í Sørvági.

Uppdaterað 18.44 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder