Fótbóltur

1-3 staðfest eftir seks margháttligar minuttir

Einki mál kom, tá spælið varð tikið uppaftur í Fuglafirði eftir trý samdøgur. Harvið fær B68 trý stig móti ÍF - Ongin áseting er í kappingareglunum um, at slíkir dystir skulu takast uppaftur, men FSF gjørdi tað kortini.

– Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um ikki kappingarreglurnar tilskila annað. Har vantar okkurt í føroysku reglunum, og tí nýtti Fótbóltssambandið  í gjár altjóða reglugerð fyri ikki at áseta nýggjan dyst. B68'arnir kundu í kvøld endaliga fegnast um sigur í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

– Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um ikki kappingarreglurnar tilskila annað. Har vantar okkurt í føroysku reglunum, og tí nýtti Fótbóltssambandið í gjár altjóða reglugerð fyri ikki at áseta nýggjan dyst. B68'arnir kundu í kvøld endaliga fegnast um sigur í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-01 17:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allir møttu upp, hitaðu upp og spældu síðani seks minuttir. Tríggir dagar eftir, at Bjarki Danielsen bríkslaði dystin í Fuglafirði av vegna hending uttanfyri vøllin, varð bríkslað í gongd aftur við støðuni 3-1 til B68.

ÍF skuldi hava tvey mál fyri at fáa stig, men hetta eydnaðist ikki. B68 var nærri við at skora, men einki mál uppá stuttu løtuna (ein og ein hálvan minutt umframt longda leiktíð á umleið fýra minuttir)

Harvið er endliga greitt, at ÍF fer at flyta niður úr Betrideildini. Fuglfirðingar kunnu peika á, at hesin dysturin kanska burdi byrjað av nýggjum - og at teir ikki fingu kært - men samanlagt hevur tað ikki verið nóg gott hetta kappingarárið.

Sí eisini: Ein heilt serstakur fótbóltsdagur í Fuglafirði

B68 hevur nú ein betri møguleika at yvirliva. Vinnur liðið hjá Jákupi á Borg á Skála fríggjakvøldið, so er liðið omanfyri strikuni.

Betrideildin 24. umfar
Týsdagin 1.oktober - byrjaði leygardagin 28. september 
ÍF - B68 1-3 (1-1) -
12' Brian Jakobsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
21' Jákup Andrias Thomsen (Uros Stojanov) 1-1
49' Jóhan Josephsen (Fríði í Túni Petersen) 1-2
71' Bartal Páll Klein (Jóhan Josephsen) 1-3

Støðan í botninum: 
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig
------------------
9. B68 17 stig 
10. ÍF 7 stig *

* Er flutt niður

Spurningur um heimildina - FSF nýtir altjóða dømi og reglu

Bjarki Danielsen hevði ikki heimild at blása dystin av leygardagin. Hetta kundi kostað B68 - um nýggjur dystur hevið verið. Heldur vóru tað fuglfirðingar, sum vórðu argir, tí at eftir fyridømum hjá FSF og ásetingini í kappingarreglunum hjá FSF skuldi uppgerðin byrjað frá null.

Í almennu grundgevingini eru ikki so nógv konkret dømi. Fótbóltssamband Føroya viðurkennir har, at í kappingarreglunum fyri fótbólt er eingin áseting um, hvussu mál av hesum slag skulu avgreiðast. Tað vil siga, tá dystir verða avblástir vegna annað enn veður.

– Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um ikki kappingarreglurnar tilskila annað.

[object Object]
Støðan tá avgerð varð tikin um, hvat skuldi henda við dystinum. Tað var ein kroyst støða at verða í hjá FSF-umboðum, og tað eindaði við óheimilari avgerð (Mynd: Sverri Egholm) 

Tó vísa tey í Fótbóltssambandinum í dag á, at man í hesum førinum skal hyggja eftir reglunum hjá International Football Association Board (IFAB) Tey hava hendan setningin

– An abandoned match is replayed unless the competition rules or organisers determine otherwise.

Harvið sigur Fótbóltssamband Føroya:

- Føroyska útgávan av fótbóltslógini fyri 2024 manglar síðsta partin av ásetingini: …”or organisers determine otherwise”. Við støði í hesari áseting hevur FSF sum fyriskipari tí heimild til at taka avgerð um slitnan dyst.

Hetta er nakað, ið Fótbóltssamandi noyðist at fara inn at hyggja uppá skjótt. Tað er ikki rætt, at so nógv óvissa er um støður, at dómarar ikki eru nóg greiðir um reglugerðina, og at so brádligar avgerðir verða tiknar uttanum føroysku kappingarreglarnar. Tað skapar órógv og ónøgd millum felgøini.

Les alla grundgevingina fyri uppafturtøku av dysti HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder