Tað vanta framvegis nakrir minuttir av fótbóltsdystinum í Fuglafirði, sum varð spældur leygardagin. B68 og ÍF spældu ikki meira enn 88 minuttr vegna hending á áskoðaraplássinum, sum órógvaði áskoðarar, dómarar, spælarar og venjarar.
Eftir nakað av tosi aftur og fram - og nakað av mótmæli frá ÍF - tók Bjarni Danielsen endaliga avgerð um at blása av, og um at dysturin skuldi enda 1-3 til B68. Heimild er tó ikki til hetta - støðan kann ikki verða úrslitið, og tískil gjørdi dómarin eitt mistak í kroystu støðuni.
Sí eisini: Ikki allar súður syftar viðvíkjandi dystinum í Fuglafirði
Soleiðis var eisini á Skála 6. apríl, har víkingarnir vildu fara av vøllinum vegna vánaligu verðurlíkindini. Talan var um 2. deildardyst, støðan var 6-1 til Skála, men FSF noyddist vegna ymiskar ásetingar at áseta ein nýggjan dyst. Hann endaði 1-1. Her var millum annað talan um, at dystur varð slitin undir skeivum fyritreytum. Tà ljóðaði millum annað soleiðis:
- Kappingarreglurnar fyri fótbólt geva ikki heimild til at taka dyst uppaftur, um steðgurin hevur verið meiri enn ein tími, harumframt skal ein dystur byrja í samsvar við mannagongdina í §8, stk 1 í fótbóltslógini. Tískil verður nýggjur dystur ásettur.
Hetta, og onnur fordømi í nýggjar tíð, hava millum annað fuglfirðingar víst á í døgunum eftir avblásta dystin. Høvuðsvenjarin hjá ÍF, Ólavur Larsen, hevur á Facebook og FM1 givið ilt av sær um, at ein nýggjur dystur ikki er ásettur í hesum førinum eisini. Eisini er tað sjálv viðgerðin, sum Ólavur Larsen vísir sína ónøgd við - umframt tað at ÍF ikki kann kæra. Venjarin vísir á grein 5 í umsettari lóg frá FIBA
"Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um kappingarreglurnar ikki tilsskila annað"
Júst tað tykist greitt, og í kappingarreglunum hjá FSF verða onnur dømi enn veður nevnd. Harvið kann tað vera torskilt, hvat Kappingarnevndin skal fyrihalda seg til í hesum førinum. Men sum skilst er tað millum annað útlendsk lóggáva, og er tað partvíst torskild løgfrøði innan fótbólt. Har eru nøkur altjóða dømi um uppafturtiknar dystir, og í Føroyum er tað 2. deildardysturin millum Skála og ÍF í 2016, tvey av feløgunum sum eru ónøgd við avgerð og viðgerð hjá FSF í hesum førinum. Her spældi veðrið sín leiklut.
Kappingarnevndin gjørdi í gjár av, at B68 og ÍF møta upp aftur í Fuglafirði í dag. Bjarki Danielsen bríkslar í gongd klokkan 17.30, og síðani spæla liðini í samanlagt eini 5-6 minuttir.
Sí eisini: Skulu spæla seinastu minuttirnar í Fuglafirði
Spælarar og onnur vóru merkt av støðuni, tá ein áskoðari kom illa fyri
Bæði B68 og ÍF vóru sinnaði at spæla víðari...Jákup á Borg fekk vissu fyri, at dysturin ikki fór at verða tikin uppaftur ella byrja av nýggjum, tá liðini fóru av vøllinum (Myndir: Sverri Egholm)
Í ÍF, sum liggur til at flyta niður við tapi móti B68, eru tey millum annað misnøgd við vantandi kærurætt. Tað er óvist, um hann er galdandi her, men talan er í øllum førum um eina avgerð, sum er tikin skjótt. Hvør grundgevingin er fyri, at dysturin skal takast upp, er ikki gjørd greið fyri feløgunum og almenninginum enn. Men hon kemur, sigur formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter, við bolt.fo. Umsitingin hjá FSF situr við tí í løtuni.
Vantandi gjøgnumskygni og støðufesti í avgerðunum hjá Kappingarnevdini eru millum atfinningarnar í løtuni. Um støða varð tikin til, at dysturin skuldi verið spældur av nýggjum, høvdu tey kring B68 helst verið ógvuliga ónøgd. Tá kundu Jákup á Borg og tey millum annað víst á, at 1-3 sum úrslit varð staðfest av dómara og FSF-umboði á vøllinum. Onnur siga: Reglur eru reglur, og at her eru tær greiðar.
Í øllum førum verður eitt sindur av Betrideildarfótbólti í Fløtugerði í dag. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.30.
Betrideildin 24. umfar
Í dag, týsdagin 1.oktober - byrjaði leygardagin 28. september
17.30: ÍF - B68 1-3 (1-1) - 88 minuttir spældir
12' Brian Jakobsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
21' Jákup Andrias Thomsen (Uros Stojanov) 1-1
49' Jóhan Josephsen (Fríði í Túni Petersen) 1-2
71' Bartal Páll Klein (Jóhan Josephsen) 1-3
Støðan í botninum:
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig
------------------
9. B68 14 stig *
10. ÍF 7 stig *
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald