ÍF - B68 varð bríkslað av eftir 88 minuttir leygardagin vegna hending á áskoðaraplássinum.
Bjarki Danielsen blásti av, og partarnir avtalaðu - eftir nakað av tingingum - at tað skuldi enda 3-1.
Heimild er tó ikki til hetta, og frágreiðing kom til FSF um støðuna.
Dómarin viðgekk mistakið, og ÍF kærdi sína neyð. Okkurt bendi á, at dysturin skal spælast heilt av nýggjum - sum tá ov ringt veður er.
Nú er tó greitt, at ÍF - B68 spæla seinastu minuttirnar av dystinum. Umleið ein minutt, umframt nakað av yvirtíð - helst fimm minuttir ella líka yvir tað. Byrjað verður við støðuni 3-1.
Kappingarnevndin hevur tikið støðu í margháttiliga málinum í dag. Tað hevur Portalurin fingið upplyst.
Spælt verður aftur í Fuglafirði í morgin. Tað verður sum skilst klokkan 18:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald