Kappróður

Magnus Michalsen nýggur venjari í Norðdepli og Hvannasundi

Hetta er fyrstu ferð at NHR setur ein venjara við ábyrgd fyri bæði inniróðri og kappróðri í bátunum. Valið fall á royndan rógvara, sum kennir umhvørvi væl.

Mynd: NRH

Mynd: NRH

2026-10-27 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag hevur sett Magnus Michaelsen sum venjara fyri inniróðurin í vetur og bátarnar komandi kappingarár.

Hesum boðar felagið frá á Facebook-síðu sínari.

Hetta er fyrstu ferð, at NHR setur ein venjara við ábyrgd fyri bæði inniróðri og kappróðri í bátunum, boðar felagið frá.

Valið fall á ein lokalan, sum hevur nógvar royndir við rógving.

Magnus Michalsen er úr Norðdepli og hevur vunnið føroyameistaraheiti í bæði 8-mannaførum og 10-mannaførum. Harumframt hevur hann vunnið fleiri stevnusigrar í 6-mannaførum.

– Hetta gleða vit okkum nógv til og eru sannførd um, at Magnus verður ein góður styrkur fyri felagið, skrivar NHR.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder