Ovari Vøllur er ikki nóg góður og skal skiftast.
Hetta var staðfestingin hjá Tórshavnar kommunu í gjár. Portalurin setti seg í samband við kommununa fyri at spyrja um vøllin í Gundadali, sum ikki kann brúkast til fótbólt á hægsta stigi í Føroyum
- Vøllurin hevur verið nýttur nærum frá morgni til myrkurs seinastu árini. Hann er sum heild niðurslitin, og ein skaði er komið á eitt stað. Fyrr í heyst varð hetta seymað aftur, men tað er farið uppaftur. Neyðugt er at skifta vøllin, staðfesti Heini Gaard, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, fyri Portalinum mánadagin seinnapartin.
Sí eisini: Ovari vøllur er niðurslitin og skal skiftast
Tá segði mentamálaleiðarin, at vøllurin verður skiftur skjótast gjørligt - um so er at nóg mikið verður sett av í uppskotinum fyri fíggjarætlanina fyri 2027.
Í dag staðfestir kommunan á heimasíðu sínari, at Ovari vøllur verður við í uppskotinum, tí umstøðurnar eru ov vánaligar.
- Ovari vøllur er heimavøllur hjá HB og B36, umframt karmur um fótbóltsvirksemi alla vikuna. Tí er tað alneyðugt, at vøllurin er í lagi. Tíverri hava alt ov nógvir trupulleikar verið seinnu árini, og tað bar av, tá dysturin hjá HB móti KÍ herfyri mátti flytast í síðstu løtu.
- Tí hevur býráðið sett pening av í uppskotinum til fíggjarætlan at skifta vøllin.
Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, hevur fyri lítlari løtu skrivað á Facebook, at graslíki verður skift "so skjótt sum veðrið loyvir tí".
Fundur var við HB og B36 mánakvøldið, og arbeiðið sum var gjørt fyrr í ár, helt ikki sum tað átti, eru millum staðfestingarnar.
- Í vár, tá sólin aftur stendur yvir Gundadal, er nýggjur vøllurin lagdur á. Næsta raðfestingin er at fáa somu góðu ljósviðurskifti á niðaravøll, sum eru um ovara vøll
Dagført: 16.19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald