Fótbóltur

Ikki allar súður syftar viðvíkjandi dystinum í Fuglafirði

Kappingarnevndin hjá FSF skal nú taka støðu til, hvat skal henda við dystin, sum varð blástur av eftir 88 minuttir vegna hending á áskoðaraplássinum. Avrátt var annars at støðan, 1-3 til B68, varð úrslitið. Har er tó eingin heimild til tess.

Dómarar og venjarar hava ikki heimild til at avtala at verandi støða verður úrslitið, um ein dystur ikki er liðugt spældir. Tað er sum skilst ikki heilt óhugsandi, at ÍF - B68 skal takast uppaftur - ella spælast av nýggjum (Mynd: Sverri Egholm)

Dómarar og venjarar hava ikki heimild til at avtala at verandi støða verður úrslitið, um ein dystur ikki er liðugt spældir. Tað er sum skilst ikki heilt óhugsandi, at ÍF - B68 skal takast uppaftur - ella spælast av nýggjum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-28 20:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint í dystinum millum B68 og ÍF small ein áskoðari um, og dómarin Bjarki Danielsen steðgaði dystinum. Støðan sá sera álvarslig út, og dysturin varð ikki tikin uppaftur.

Sambært øllum okkara keldum í Fuglafirði varð tað avrátt, at soleiðis skuldi verða og at dysturin skuldi enda 3-1 - tó at venjaratoymi hjá ÍF mutaði eitt sindur ímóti.

Liðini fóru av vøllinum, og tað sá út til at B68 hevði fingin trý kærkomin stig, og at ÍF var farið endaligt niður.

Fólk á staðnum funnu pulsin og fingu samband við persónin, ið small um, og viðkomandi varð fluttur á sjúkrahús.

Les meira um dystin og støðuna her: B68 er nú nærri strikuni - dysturin blástur av eftir 88 minuttir 

[object Object]Persónar á staðnum vóru sjálvsagt merktir av hendingini, tá ein áskoðari small um. Avgerðirnar aftaná vóru ikki rættar eftir reglunum, ljóðar fyrsta eftirmetingin (Mynd: Sverri Egholm)

Trupulleikin er bara, at talan var um eina óheimilað avgerð. So spent og torfør sum støðan er, so er ikki nakað í reglugerðini hjá FSF sum sigur, at dómari og tvey lið kunnu avtala at blása ein dyst av, og at støðan tá gerst úrslitið.

Tað kann tykjast sum "smáligheitir": Hetta var sanniliga ein serstøða, og klokkan nærkaðist teimum 90 minuttunum, tá Bjarki Danielsen støðgaði dystinum upprunaliga. Ætlanin var at leggja eini fýra minuttir afturat, og tað vóru als ikki tekin í sól og mána um, at ÍF fór at koma aftur í dystin.

Men sum Portalurin skilir, so kemur hetta undir tað sama, sum tá dystir verða bríkslaðir av fyri veður. Tá er tann mannagongdin, at liðini hittast aftur ein annan dag og byrjað frá null.

Hetta vildi verið ógvuliga tungt fyri B68, og hevði tað sanniliga eisini kenst órættvíst fyri tey, ið eru B68'arar.

Spurningurin er, hvussu Kappingarnevndin tulkar støðuna. Okkum vitandi er eingin sergrein, ið dekkar slíkar støður. Ein "millumloysn" millum 1-3 sum endaligt úrslit og nýggjan dyst kundi verið sæð sum tann logiska losynin, um nakað verður broytt. Hon ljóðar, at dysturin skal takast uppaftur í 89. minutti. Um hetta kann nýtast, er tó eisini óvist.

[object Object]
Bjarki Danielsen og tey rundanum um hann, skuldu í dag taka eina avgerð í ógvuligari serligari og torførari støðu. Tað kann tó staðfestast, at tað sum fór fram, eftir reglunum í øllum førum, ikki var rætt (Mynd: Sverri Egholm)

Bólturin liggur sum nevnt hjá Kappingarnevdini hjá Fótbóltssambandinum nú. Sum skilst hevur nevndin fingið ymisk skriv um støðuna, og seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli.

Tað var ein ógvuliga long løta, tá óvissa var um støðuna hjá áskoðarum. Allarhelst hava Bjarki Danielsen, hjálpardómarar hansara, trygdarumboðið hjá FSF, spælarar og venjarar verið merktur av støðuni. Avgerðin er tikin undir teimum kroystu umstøðunum, men varð hon helst tikin ov skjótt og eftir øllum at døma: Óheimilað.

Í mun til ta kensluliga og logiska, var hetta helst í lagi. Um tað so verður farið inn og broytt uppá 1-3 eftir reglunum - og um so er, á hvønn hátt tað verður gjørt - fáa vit helst at síggja næstu dagarnar.

Portalurin hevur í sambandi við dekkningin av dystinum í Fuglafirði tosa við fleiri persónar, sum vóru til staðar, og sum hava ymiskt áhugamál í dystunum og úrslitið tess. Eisini hava vit hugt eitt sindur eftir reglugerðini hjá FSF.

Vit hava roynt at fingið fatur á persónum úr Kappingarnevndini, men tað er framvegis ikki eydnast.

Rættað og dagført: 21.03


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder