Í kvøld fæst greiða á, um bert eitt lið flytur upp, ella um B68 vinnur seg upp í topp-trý og harvið flytur upp í fremstu deildina aftur.
Støðan undan seinasta umfarið í næstbestu deildini er hendan:
1
|
|
26
|
20
|
3
|
3
|
88
|
37
|
+51
|
63
|
|
2
|
|
26
|
16
|
4
|
6
|
82
|
36
|
+46
|
52
|
|
3
|
|
26
|
16
|
4
|
6
|
67
|
32
|
+35
|
52
|
|
4
|
|
26
|
16
|
3
|
7
|
60
|
34
|
+26
|
51
|
|
5
|
|
26
|
11
|
4
|
11
|
43
|
45
|
-2
|
37
|
|
6
|
|
26
|
8
|
5
|
13
|
46
|
45
|
+1
|
29
|
|
7
|
|
26
|
8
|
5
|
13
|
42
|
57
|
-15
|
29
|
|
8
|
|
26
|
9
|
1
|
16
|
43
|
64
|
-21
|
28
|
|
9
|
|
26
|
6
|
5
|
15
|
34
|
48
|
-14
|
23
|
|
10
|
|
26
|
1
|
4
|
21
|
18
|
125
|
-107
|
7
|
(Talva: FaroeSoccer)
Øll liðini ið eru innblandaði í stríðið um 2. og 3. plássi spæla á útivølli. Á pappírinum hevur NSÍ tí lættastu uppgávuna. Giza Hoyvík er flutt niður, og runavíkingar hava vunnið báðar innanhýsis dystirnar í ár. NSÍ hevur vunnið seks ferðir seinastu sjey dystirnar.
KÍ og B68 hava helst meira torførar uppgávur; serliga kann tað væntast, at Víkingur fer at geva toftamonnum skarpan gang. Ungu víkingarnir eru torførir at basa á sínum heimavølli. Heldur serstakt er, at B68 og Vìkingur hava vunnuið stórsigrar móti hvørjum øðrum í ár; 5-1 í Gøtu og 5-0 á Toftum. B68 hevur greitt sína skyldu seinastu tíðina, og mennirnir hjá Bill Mc. Leod Jacobsen hava vunnið fýra á rað og skapt ein møguleika fyri uppflyting undan seinasta umfarinum.
Tað er ymiskt sum bendir á, at hjálpin skal koma frá HB. Toftamenn skulu vinna, og so vóna uppá minst javnleik hjá KÍ ella NSÍ. Klaksvíkingar vitja í Gundadali. Eftir eina frálíka gongd væl inn í kappingarári, hevur pílurin leingi peikað niður hjá KÍ. Tá B68 vann týdningarmikla dystin í Klaksvík fyrr í mánaðinum, var tað fjórði ósigurin á rað hjá KÍ, og tá klaksvíkingar vunnu í vikuskiftinum á botnliðnum, TB/FCS/Royn, var tað fyrsti sigurin í tveir mánaðir. KÍ er eisini heldur skert orsakað av skaðum á liðnum og á besta liðnum.
Tað er lagt upp til eitt spennandi kvøld í næstbestu deildini, har argjamenn og vágamenn halda eitt vakið eyga við, hvussu leikur fer fram.
Dystirnir í kvøld:
Trongisvágur
|
17:00
|
|||
Hoyvík
|
18:00
|
|||
Leirvík
|
18:00
|
|||
Tórshavn
|
18:00
|
Í morgin klokkan 13.00 spæla B71 og ÍF á Sandi. Har fáa fuglfirðingar steyp og gullheiðusmerki handaði eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald