Fult umfar hevur verið í 1. deild í dag.
Í Gundadali tók B36 ímóti oddaliðnum Víkingi. Her var tað heimaliðið sum fór avstað við øllum trimum stiginum. Tað var Magnus Jacobsen sum legði B36 á odda eftir 19 minuttir við brotssparki. Tá ein tími var leiktur økti Jóhann Joesen til 2-0, áðrenn Martin Klein minkaði um til munin til 2-1, sum eisini var endaliga úrsliti.
Á Argjum vann B68 ein greiðan 5-2 sigur á niðaasta liðnum AB. Tað var Andri Benjaminsen sum var stóri spælarin hjá toftamonnum í dag, tá hann skeyt trý mál og legði upp til eitt. Hini bæði málini hjá B68 skutu Andrija Radovanovic og Óli Olsen, meðan Petur Frank Holm og Jóhannes Dalsgarð sum skoraðu fyri AB.
Á Sandi tók B71 ímóti KÍ. Kristoffur Jakobsen legði gestirnar á odda tá tjúgu minuttir vóru leiktir. Tíggju minuttir seinni javnaði Tijani Mohammed fyri B71. Í seinna hálvleiki kom bert eitt mál, og tað vóru gestirnir sum fingur tað og øll trý stigini. Dion Splidt skeyt tað avgerandi málið tá 66 minuttir vóru leiktir.
Í Runavík tók NSÍ ímóti 07 Vestur. Her fingu liðini hvør sítt stig í einum málleysum javnleiki.
Seinasti dysturin í dag var ímillum FC Hoyvík og HB. Kristin Mouritsen legði FC hoyvík á odda eftir ellivu minuttir við brotssparkið. Tað var einasta málið í fyrra hálvleiki. Bert fimm minuttir inn í seinna hálvleiki javnaði Hilmar Jakobsen fyri HB. Tann støðan helt líka til tríggir minuttir vóru eftir tá Áki D. Samuelsen legði HB á odda 1-2, sum eisini var endaliga úrsliti.
1. deild
9.umfar
B36 – Víkingur 2 – 1
AB – B68 2 – 5
B71 – KÍ 1 – 2
NSÍ – 07 Vestur 0 – 0
FC Hoyvík – HB 1 – 2
Støðan
Víkingur 20 stig
NSÍ 18 stig
HB 15 stig
B36 15 stig
B68 14 stig
KÍ 14 stig
07 Vestur 13 Stig
B71 11 stig
FC Hoyvík 5 stig
AB 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald