FSF: Evropameistarin 2025 fyri U17 gentur í fótbólti skal kjósast í Føroyum. Í døgunum 4. til 17. mai verður Fótbóltssamband Føroya nevniliga vertur fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum.
Og í dag eru júst hundrað dagar, til kappingin fer av bakkastokki.
Tað sæst eisini aftur á øllum brøgdum, at talan er um eina stóra kapping og eitt stórt tiltak. Fyrireikingarnar hava verið í gongd í rúma tíð – hjá bæði spælarum, venjarum og starvsfólkum í FSF. Umframt Føroyar verða sjey lond við í kappingini. Hvørji hini sjey verða fæst at síggja, tá bólkarnir í undankappingunum, sum verða spældir í mars mánað, eru av.
Bruttohópurin og toymið rundan um føroyska liðið hevur ikki havt vetrarfríð. Í staðin hava tey verið at sæð á vallum kring landið, har regluligar venjingar hava verið eina til tvær ferðir um vikuna allan veturin .
Vætandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingini, til Føroya hesar dagar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólkum eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.
Dystirnir í EM-endaspælinum verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík, meðan venjingarnar hjá ungu stjørnunum fara fram á øðrum vallum ymsastaðni kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald