Føroyar hýsa um vikuskiftið einum undankappingarbólki í kappingini um at koma til U18 EM í 2027.
Tað er núverandi U17 hondbóltslandsliðið hjá kvinnum, sum stríðist um plássið. Higartil hava Føroyar vunnið 32-30 á Ísrael og tapt 21-17 fyri Íslandi.
Liðið hevur stríðst væl uttan skøddu Sigrið Hansdóttir, og nógvar hava veruliga gjørt vart við seg. Treytirnar hjá teimum í dag er at fáa stig moti Turkalandi, sum eisini hevur vunnið á Ísrael men tapt fyri Íslandi.
Tvey lið koma viðari, Ísland hevur tryggjað 1. plássið, og Føroyum tørvar sigur ella javnleik móti Turkalandi í dag fyri at koma víðari. Heimaliðið hevur betri málúrtøku, tí turkar taptu stórt fyri Íslandi. Harvið kann javnleikur gerast nóg mikið.
Spennandi dagur í stórhøllini har byrjað verður klokkan 17. Til ber eisini at stroyma á Portal Play við hondbóltshaldi ella við at keypa Føroyar-Turkaland fyri 49 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald