HSF: Fyrri hálvleikum var heldur misjavnur, og fingu Føroyar bert 10 mál, í mun til 17 í seinna.
Tað var serliga neyvleikin í skotunum, sum vantaði, har okkara ferð eftir ferð brendu stórar málmøguleikar. Hondbremsan var slept í seinna hálvleiki og koyrdi spælið betri og nú við meira ferð.
Dinna Feilberg Lamhauge og Halla Haldansen komu við nógvari orku og skaptu nógar kjansir og Føroyar struku avstað og vunnu ein tryggan sigur, 29-22.
Liðini møtast aftur í kvøld kl. 19.30 við Tjarnir. Atgongumerki fáast á tjarnir.fo, og børn í skúlaaldri sleppa ókeypis inn.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Bára Holm í Innistovu 6 (5)
Lilja Skaalum Vilhelm 5
Dinna Feilberg Lamhauge 4
Halla Haldansen 3
Emily Andresen 2
Elinborg Dávadóttir Kunoy 2
Vár Leo Mortansdóttir 2
Fríða Eysturtún Rubeksen 1
Arina Høgnadóttir Wang 1
Bjørk Mariusardóttir 1
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 1
Lív Berg á Lag 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald