Annað

100.000 krónur til Eydnudeildina

– Vit eru ovurfegin og droyma um allar teir møguleikarnar, sum hendan stóra upphæddin gevur okkum í okkara arbeiði, sigur Morten Hust, formaður hjá Eydnudeildini.

2024-06-06 22:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Banki: Í sambandi við EM-endaspælið í Berlin tóku stuðlarnir hjá Eydnudeildini stig til at selja fjepparablusur, har 50 krónur fyri hvørja blusu fóru óskerdar til Eydnudeildina. Samlaða upphæddin bleiv 100.000 kr., sum nú er latin Eydnudeildini.

Stuðlarnir til átakið eru Føroya Banki, Wenzel, Atlantic Airways, Effo og Smyril Line.

– Vit eru ovurfegin og droyma um allar teir møguleikarnar, sum hendan stóra upphæddin gevur okkum í okkara arbeiði at heiðra fjølbroytni og somuleiðis geva øllum okkara stjørnum nakrar fantastiskar upplivingar og møguleika fyri at vera partur av einum felagsskapi, sigur Morten Hust, sum er formaður hjá Eydnudeildini.

Eydnudeildin er ein felagsskapur fyri børn og ung við serligum tørvi. Hvørja viku hittast tey til eina stuttliga og stimbrandi ítróttarvenjing. Hjá fleiri teirra er venjingin hæddarpunktið í vikuni, og saman skapa tey ógloymandi løtur.

Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Eydnudeildini
Síðani 2022 hevur Føroya Banki verið høvuðsstuðul hjá Eydnudeildini, og í farnu viku skrivaðu Eydnudeildin og Føroya Banki undir nýggja samstarvsavtalu.

Endamálið við samstarvinum er at geva Eydnudeildini møguleika fyri framhaldandi at skapa menning og góðar upplivingar fyri børn og ung við avbjóðingum og familjum teirra.

– Vit eru errin av at stuðla einum so einanstandandi arbeiði, sum tað, ið Eydnudeildin ger fyri so nógv børn og ung í Føroyum. Vit vóna, at vit sum høvuðsstuðul kunnu vera við til at betra um umstøðurnar hjá Eydnudeildini og somuleiðis kunnu vera við til at gera dreymar teirra til veruleika, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Eydnudeildin er partur av donsku Lykkeliga, og hevur í dag verið í Føroyum í seks ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder