Fótbóltur

U21: Fóru ikki veruliga eftir sigrinum og kunnu nú ikki røkka EM

Luksemborg skoraði einasta málið við Djúpumýru, har málmøguleikarnir vóru fáir, og eitt skert føroyskt lið ikki av álvara hótti. Harvið enda Føroyar á 4. plássi í EM-undanbólkinum - seinasta upppgávan er Ísland á Tórsvølli týskvøldið.

Føroyar kunnu nú ikki fylgja Fraklandi víðari úr bólkinum, sum annars ein møguleiki hevði verið fyri, um tað aftur eydnaðist at sigra á Luksemborg í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar kunnu nú ikki fylgja Fraklandi víðari úr bólkinum, sum annars ein møguleiki hevði verið fyri, um tað aftur eydnaðist at sigra á Luksemborg í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-30 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dystinum móti Luksemborg í kvøld kundu føroyska U21-landsliðið framvegis røkka 2. plássinum í EM-undanbólkinum. Føroyar hava sett seg í støðuna við metgóðari undankapping, og fingu hjálp frá Íslandi í gjár.

Í hópinum til hetta landsliðsvindeygað er U21-landsliðið Mattias Hellisdal og Áka Samuelsen, sum báðir byrjaðu inni á A-landsliðnum í gjár, fyriuttan. Síðani úttøkuna hevur Virgar Jónsson eisini givið avboð vegna skaða, Aron Benjaminsen er farin upp á A-landsliðið, og Ingi Arngrímsson hevði leikbann til dystin í kvøld. 

Umframt hetta er Jóhan Josephsen skaddur, og við tí vóru so at siga øll málstigini higartil í kappingini "burtur" til dystin í kvøld - og eitt hálvt lið sum annars hevur spælt meginpartin av tíðini.

Hetta merkiskt sjálvandi, hóast ungu føroysku menninir stríddust væl. 

Teir fingu ikki spælið við bólti at koyra, og eingin veruligur málmøguleiki varð skaptur í opnum spæli.

Dúvað var uppá deyðbóltar: Long innkøst og frísparks-hornainnlegg frá serliga Bjarta Thorleifsson. Fleiri teirra, serliga fyri steðgin, góvu vandastøður, mmen føroyingar fingu ikki dygdargóð skot/stútarar á.

Tað endaði 0-1 við Djúpumýru. Luksemborg hevði bóltin væl meira og átti eisini ein stóran møguleika fyri steðgin. Vækskipaða føroyska liðið vardi væl.

Tað eydnast tó ikki at stsanda ímóti allan vegin. Best sum føroysku venjararnir mundu fara at satsa meira, tí tað var seint og føroyingar høvdu so at siga einki frameftir, gekk galið. Málverjin Hans Jákup Arngrímsson helt ikki einum skoti, og Leon Elshan var fyrstur á returbóltinum.

Føroyingar megnaðu ikki at svara aftur í rótuta og ikki væl spælda dystinum. Ein roynd var gjørd at satsa, men tað var ov seint. Neyðugu trý stigini fyri at røkka EM-dreyminum komu ikki í hús, og hesaferð tapti Føroyar fyri Luksemborg.

Annar sigurin hjá næstniðasta liðnum í bólkinum. Føroyska U21-liðið endar við metgóðari kapping og á 4. plássið óansæð: Sjálvt um tað eydnast at basa Íslandi týsdagin á Tórsvølli (klokkan 18.00), yvirhála føroyingar ikki: Tað eru trý stig og 16 mál millum liðini.

Sì meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder