
Tað gekk ikki friðarliga fyri seg, tá U17-liðini hjá B71 og FC Hoyvík spældu venjingardyst 26. mars.
Hóast dysturin var í Hoyvík, endaði B71 við at standa fyri dømingi: Ein vaksin dómari var inni á vøllinum, meðan ein 15-ára gamal spælari hjá B71, sum var annar hjálpardómarin, endaði við at verða álopin.
Les eisini: Ungir hoyvikingar lupu á hjálpardómara
- Beint áðrenn hálvleik fær FC Hoyvík bóltin í málið, og minst 15 persónar storma inn á vøllin, talan er bæði um leikarar og áskoðarar. Tá málið verður kolldømt rennur riðilin til linjuverjan og umringa og skumpa hendan. Linjuverjin var ein 15 ára gamal drongur og hevði júst tikið dómaraskeið tveir dagar frammanundan. Sambært dómarafrágreiðingini vátta bæði leikarar úr B71 og FC Hoyvík, at eini drongurin hevði givið linjuverjanum nevan. Dómarin fer yvir til rúgvuna og hjálpir linjuverjanum úr rúgvuni.
Soleiðis lýsir Aga- & Etiskanevndin hjá Fótbóltssambandinum hendingina. Starvsnevndin hjá FSF tók málið upp og sendi tað víðari sum kæru í vikuni eftir venjingardystin.
Hóast talan var um ein venjingardyst, so varð ein dómarafrágreiðing gjørd. Høvuðsdómarin, Hanus Johannesen, metti hendingina vera so mikið álvarsama, og hann blásti eisini dystin av beint eftir umrøddu støðuna.
Í úrskurðinum verður staðfest, útfrá nevndu frágreiðing, at tað var ein harður tóni og stemningur kring vøllin allan dystin.
- Dysturin varð merktur av, at nógvir ungir menn standa framman fyri bonkin hjá FC Hoyvík, og dómarin verður noyddur at steðga dystinum og heita á hesar um at seta seg niður.
Í samrøðu við bolt.fo greiðir Hanus Johannesen frá, at tað vísti seg at vera ungu menninir hjá FC Hoyvík, sum høvdu skipað fyri og stóðu fyri dystinum. Hann kendu fólk í felagnum annars ikki nakað til, men fólk frá FC Hoyvík komu síðani á staðið.
Felagið tikið liðið úr - bót givin til felagið
- Hetta kunnu vit uppá ongan máta góðtaka. Vit hava eina ábyrgd sum felag; eisini yvirfyri Fótbóltsføroyum (...) fólk skulu ikki kenna seg ótrygg við at koma til Hoyvíkar.
Hetta segði Fróði Danielsen, formaður felagsins, í samrøðu við Kringvarpið stutt eftir hendingina á Hoyvíksvøllinum 26. mars.
Hana tók FC Hoyvík avleiðingina av. Hetta við millum annað at taka U17-liðið úr øllum kappingum hjá FSF.
Felagið sjálvt fær tó eisini eina revsing. Ein av orsøkunum er, at eingin eyðmerking kann gerast. Aganevndin staðfestir nú, at ein revsing skal gevast - sum vanligt er, tá harðskapur er móti dómaratoyminum.
- Út frá tilfarinum sum er lagt fyri Aga- og etiskunevndina ber ikki til at eyðmerkja einstakar leikarar ella persónar í sambandi við omanfyrinevndu hending. Aga- og etiskanevndin hevur tí avgjørt, at revsa FC Hoyvík við eini bót á krónur 10.001 ásett við heimild í § 6, bókstav c í 1. reglubroti í Aga- og etiskureglugerðini.
Úrskurðurin kann kærast til Yvirkærunevndina innanfyri næstu fimm dagarnar.
Sí allan úrskurðin HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald