Fótbóltur

Ungir hoyvíkingar lupu á hjálpardómara

Venjingardystur hjá U17 liðunum hjá FC Hoyvík og B71 endaði við roki í gjár. Avleiðingin er, at FC Hoyvík hevur tikið sítt lið úr kappingini.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-27 23:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein venjingardystur hjá U17 dreingjum fær sjáldan nakra umrøðu her hjá okkum, men tað ger hann í hesum førinum.

Tí FC Hoyvík boðar í kvøld frá, at teirra U17 lið við dreingjum verður tikið úr øllum kappingum undir Fótbóltssambandi Føroya. Orsøkin er, at ein hjálpardómari varð álopin undir venjingardysti móti B71 í gjár.

Hetta hendi tá FC Hoyvík stutt fyri hálvleik skoraði eitt mál, sum siðani var kolldømt tí tað var mett at vera rangstøða.

Av tí, at trupult var at fáa fólk at døma, vóru tað dómari og ein linjuverji frá B71 og ein linjuverji frá FC Hoyvík sum traðkaðu til. Hanus Johannesen var dómari og hann greiðir bolt.fo frá, hvat hendi.

- Eitt sindur áðrenn hálvleik fara hoyvíkingar í álop og leggja bóltin inn fyri og skora. Men linjuverjin, sum er frá B71, metir, at tað er rangstøða og koyrir flaggið upp. Í tí hann ger tað, eru fleiri av teimum, sum vóru rundan um bonkin (eisini áskoðarar, red.), eru komnir út á vøllin. Har koma einir 15 mans inn á vøllin fyri at feira hetta málið og koma at standa beint frammanfyri linjuverjan hjá B71 sum kolldømdi málið.

- Tá eg so floyti og rætti hondina upp og sigi at tað er rangstøða, venda teir við og fara eftir linjuverjanum. Teir enda við at umringa hann og skumpa hann og meira ella minni leggja á hann. Tað bleiv váttað frá fleiri, at hann bleiv sligin í hesunm hurlivasanum.

Álopni linjuverjin er bara 15 ár og hevur júst tikið dómaraprógv.

Hanus Johannesen valdi at floyta dystin av eftir hetta.

Hann greiðir Bolt.fo frá, at tað vóru bara ungfólk úr FC Hoyvík sum vóru til staðar undir dystinum, og eingin vaksin at halda skil á.

Harmast inniliga
- Vit í FC Hoyvík ásanna álvaran í málinum og harmast inniliga støðuna. Vit vilja hervið alment biðja um umbering – til mótstøðuliðini, dómararnar og Fótbóltssamband Føroya – fyri ótolandi atburðin, sum varð sýndur, sigur FC Hoyvík í fráboðanini í kvøld.

- Vit fara nú undir eina innanhýsis tilgongd, har vit arbeiða við uppfylging, ábyrgd og menning, fyri at tryggja, at okkara felag framhaldandi stendur fyri fótbólti, virðing og góðum felagsskapi, sigur nevndin í felagnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder