Annað

137 lið til FK-Cup í Havn um vikuskifti

Fleyr skipar fyri stóru árligu flogbóltskappingini.

2018-11-23 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskifti bjóðar Fleyr vælkomin til árligu FK-Cup kappingina fyri yngri deildirnar, har allir teir ungu og evnaríku flogbóltsspælarirnir og flogbørnini í Føroyum sleppa at royna seg.

Í ár er luttøkan metstór, har 137 lið, úr øllum 9 flogbóltsfeløgunum í Føroyum, eru tilmeldað til kappingina. Kappast verður frá fríggjakvøldinum til sunnudagin. Talan er um nógvar ymsar aldursbólkar, ið fara at kappast, heilt frá flogbørnum til unglingar.

Nógv stendur uppá spæl, tí hvør vinnari av kappingini, hevur tryggjað sær annað plássið í steypafinaluni, ið verður í februar.

Í ár verður spælt í Gundadalshøllini og Høllini á Hálsi, har tað kunnu vera heili 10 dystir í senn, tá flogbørn spæla, nú Høllin á Hálsi er blivin somikið stór. Hetta hevur eisini við sær, at tað ikki verður neyðugt at kappast í nógvum ymsum hallum.

Sostatt er lagt upp til eitt spennandi vikuskifti, sum undarfarin ár hevur havt nógv gott flogbóltsspæl at bjóða uppá, og góðan stemning í høllini, millum bæði leikarar og foreldur.

Tað er Flogbóltsfelagi Fleyr, í samstarv við Føroya Keypsamtøku, ið skipar fyri kappingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder