Tað varð ein ógvuliga spennandi steypafinala hjá kvinnum í fjør. Tá samanum kom var bert eitt mál á muni, og tað koppaði til hoyvíkskvinnur, ið vunnu sítt fyrsta steyp. Hetta var samstundis fyrstu ferð H71 var umboðað í steypafinaluni hjá kvinnum.
Tað var eisini bert eitt mál á muni, tá Neistin seinast vann steypafinaluna. Tað var í 2016. Tá var mótstøðuliðið, eins og hjá H71, VÍF. Árið eftir vann Kyndil á grannunum í finaluni. Tað var fimta árið á rað, at kvinnurnar hjá Neistanum spældu steypafinalu. Eftir ein lítlan stegð eru tær í bláum nú aftur. Neistin hevur vunnið steypakappingina tvífalt so ofta sum tað liðið, ið hevur vunnið næstflest - Stjørnan (14-7)
Í SMS-deildini er H71 tvey stig frammanfyri Neistan, nú 14 umfør eru leikt. Finalan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum verður bríkslað í gongd 17 í morgin.
Sí yvirlit yvir steypafinalurnar ígjøgnum árini og steypakappingina 2021 her
Les eisini:
Avmarkað áskoðaratal til Faxe Kondi-steypafinalurnar
Dómarar eru settir til steypafinalurnar hjá teimum vaksnu
Hondbóltur
14-1 í finalusigrum
Neistakvinnurnar hava eina stolta steypasøgu og skulu í morgin spæla sína fyrstu finalu síðani 2017. Tær skulu royna at koppa H71, sum í fjør var í sínari fyrstu finalu.
Marjun Danberg og Marita Mortensen skulu stríðast um steypið í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)
2021-02-19 08:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald