H71 og Neistin spæla í Faxe Kondi finalunum hjá teimum vaksnu leygardagin. Finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 17 - tann hjá monnum 19.30. Hetta er væl seinni, enn vanligt er.
Les eisini:
Steypafinalurnar hjá teimum vaksnu verða leiktar leygarkvøldið
Her er skráin fyri steypafinalurnar í hondbólti
Dómarar eru settir til finalurnar hjá teimum vaksnu. Hetta skrivar in.fo.
Uni og Hannis Wardum døma hjá monnum. Brøðraparið dømdi hálvfinaluna millum Neistan og Kyndil hjá kvinnum leygarkvøldið, og mansdystin millum H71 og StÍF í Hoyvík sunnukvøldið.
Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe (Mynd: Sverri Egholm)
Kvinnufinaluna døma Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík. Teir vóru eisini í gongd leygardagin og sunnudagin. Tað vil siga, at Jógvan og Bárður leiddu kvinnudystin millum H71 og StÍF og Neistan - KÍF sunnudagin.
Allir hava royndir við at døma steypafinalur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald