Hondbóltur

Myndir: Myndatøka, kappingar og taktikkur í Montenegro

Lagið gott á føroyingum sum í morgin fara eftir at fáa tvey stig afturat í EM-skjáttina. Sí myndir úr Podgorica.

Vilhelm Poulsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu á hallargólvinum í Podgoricia (Mynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu á hallargólvinum í Podgoricia (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-07 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Undan venjingini vildu U16-landsliðsspælarar hjá Montenegro hava myndir við serliga Eliasi Ellefsen á SKipagøtu og Óli Mittún.

Sí eisini: Lokalir ungdómslandsliðsspælarar fjeppaðust í føroyingum

Eftir upphiting við Tom Jensen, fysioteraputi og málverjuvenjara, varð ein stórri bólktur enn ein hondbóltur funnin fram. Og eins og restina av vikuni, var eingin ivi í fótbóltsspælinum: Teir yngru vóru sannførandi, og teir hugnaðu sær í roynd og veru, Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvær ferðir og Pauli Mittún einaferð.

Í skjótikapping, í hondbólti væl at merkja, vunnu teir eldru tó tvey av trimum umførunum, og so bar til at prika aftur hinvegin.

Síðani varð tað taktiska vant til dystin móti Montenegro í morgin. Serliga var sjóneykan á 6-0 verjuna, har Helgi Hildarson Hoydal og Tróndur Mikkelsen fáa stóran leiklut. Tað gera teir mest sannlíkt eisini í álopinum, nú Ísak Vedelsbøl er skaddur.

Føroysku spælararnir sóu hvassir og hugsavnaður út, og allir tykjast 100 prosent reiðar. Tvey stig í 2. umfari í EM-undankappingini í morgin á slíkum útivølli kann merkja nógv.

Sí eisini: 
Óli Mittún: Vit hava avgjørt nakað at løna Montenegro aftur
Video: Spæla og búgva saman í Svøríki: - Tað er 60-40 til mín í matgerð

FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í morgin, og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum. Aftaná verða samrøður og annað. 

Sí myndir úr Montenegro niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder