Fótbóltur

14 mál í tveimum dystum

HB vann greiðan sigur í Streymnesi, og Skála og ÍF skoraðu fýra mál hvør á Skála, har heimaliðið tryggjaði sær eitt stig í evstu løtu.

Hilmar Leon Jakobsen skoraði tvey av málunum hjá HB við Margáir (Mynd: Sverri Egholm)

Hilmar Leon Jakobsen skoraði tvey av málunum hjá HB við Margáir (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-23 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 21. umfari í Betrideildini eru leiktir í dag.

NSÍ vann fyrsta dystin, ið varð leiktur í Trongisvági, 1-0. Jann Benjaminsen skoraði einsamalla málið, ið tryggjaði liðnum hjá Glenn Ståhl trý stig. 
Við tí úrslitunum og teimum í kvøld vórðu fimm mál skoraðu í miðal í teimum trimum dystunum, ið eru leiktir í dag. Men um vit bara taka teir báðar dystirnar í kvøld, so komu sjey mál í miðal.

HB var sannførandi í Streymnesi, hóast støðan var 1-1 eina lítla løtu, og skoraði fimm ferðir. Við sigrinum hevur HB nú fýra stig niður til KÍ á 2. plássinum.

[object Object]
Skála fekk javnað í 94. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

Á Skála komu fýra mál í hvørjum øðrum. Filip Djordjevic skoraði hattrikk: Innan fýra minuttir miðsleiðis í 1. hálvleiki til 1-0 og 2-0 og aftur miðskeiðis í 2. hálvleiki til 3-3. Beint aftaná kom ÍF á odda aftur, men Skála legði seg ikki, og fekk sítt triðja stig í ár, tá innskifti Jóhan Bergson Johansen skoraði til 4-4.

Betrideildin 21. umfar
TB - NSÍ 0-1 (0-0)
50' Jann Benjaminsen (Petur Knudsen) 0-1

TB (4-2-3-1): Mads Altschuler - Jens Erik Bruhn, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller (88' Bárður Dimon), Samudeen Musah - Sebastian Kroner, Dánjal Godtfred (L) - Andreas Midjord (74' Poul Ingason), Nikolei Johannesen, Einar Thorsteinsson - Filip Obadovic (59' Ken Fagerberg)

NSÍ (3-5-2/5-3-2): Tòrður Thomsen - Jann J. Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnason Højgaard, Jákup Jakobsen, Pætur Turiðarson Skipanes - Salmundur Bech (60' Betuel Hansen), Rógvi Egilstoft Nielsen, Jesper Flinck Christjansen - Steffan Abrahamson Løkin (66' Búi Egilsson), Petur Knudsen (90' Jørgen Nielsen)

Les eisini: NSÍ fer norðurum Suðuroyarfjørð aftur vid trimum stigum

EB/Streymur - HB 1-5 (1-2)
20' Hilmar Leon Jakobsen 0-1
24' Andras Olsen 1-1
26' Daniel Johansen 1-2
48' Adrian Rúnason Justinussen 1-3
77' Hilmar Leon Jakobsen 1-4
82' Øssur Dalbúð 1-5

Myndir: EB/Streymur - HB


Skála - ÍF 4-4 (2-2)
20' Filip Djordjevic 0-1
23' Filip Djordjevic 0-2
36' Kristian Martin Jacobsen 1-2
39' Andreas Egeberg Jacobsen 2-2
58' Ronni Møller-Iversen 3-2
66' Filip Djordjevic 3-3
67' Uros Stojanov 3-4
94' Jóhan Bergson Johansen 4-4

Myndir: Skála - ÍF

Støðan

1. HB 52 stig (20 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir) 
3. NSÍ 44 stig (20 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5Víkingur 38 stig (19 dystir)
6. ÍF 21 stig (20 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (21 dystir)
8. TB 14 stig (21 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 3 stig (20 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder