Fótbóltur

NSÍ fer norðurum Suðuroyarfjørð aftur við trimum stigum

Málið hjá Jann Benjaminsen fimm minuttir inn í 2. hálvleik gjørdist tað einasta í dystinum við Stóra, og NSÍ er í løtuni fimm stig frá oddasessinum.

Jann Benjaminsen tryggjaði NSÍ trý stig í Trongisvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jann Benjaminsen tryggjaði NSÍ trý stig í Trongisvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-23 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin snávaði KÍ í Trongisvági. TB stríddist væl í dag men megnaði ikki at taka stig frá einum topp-fýra liði annan dystin á rað. NSÍ var uttan skadda Klæmint Andrasson Olsen, men kom fram til fleiri góðar málmøguleikar og megnaði at avgerða dystin.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði NSÍ tvær góðar royndir. Fyrst vendi Steffan Løkin sær væl í brotsteignum men skrúðaði bóltin stutt framvið málinum. Tveir minuttir seinni royndi Petur Knudsen seg við beinleiðis frísparki stutt uttanfyri brotsteign til vinstru, men Mads Altschuler, ið avloysti skadda Frederik Mehder í málinum hjá TB, fekk beint bóltin út til horna. Tíggju minuttir fyri hálvleik varð Petur sendur innum TB-verjuna eftir gott uppspæl, men nakað kroystur endaði skotið á Mads, ið kom væl út. 

Stutt fyri hálvleik var aftur nær við eftir eitt horna, men leiðslumálið kom fimm minuttir eftir stegðin. Petur Knudsen fann pláss stutt uttanfyri brotsteign, Jann Benjaminsen rann væl fyri honum, fekk bóltin, og ein ímóti einum við Mads var høgri vongbakkurin tryggur.

Hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum. TB var uttan leikbannaða danan, Mark Kongstedt, og Eirik Ellendersen. Heimaliðið hevði sera ilt við at koma til málmøguleikar, men seinasta korterið, har bæði Ken Fagerberg og Poul Ingason vóru í álopinum, komu nakrar støður. Tað var tó nærri við 0-2 enn 1-1. Petur Knudsen hevði størsta møguleikan, men Mads Altschuler kom aftur væl úr og bjargaði. Petur fekk eisini eitt kolldømt mál, tí hann hevði tikið bóltin við sær við arminum.

Hetta var tó líkamikið fyri NSÍ, sum eins og 12. juli vann 1-0 í Trongisvági. Hetta var triði sigurin á rað hjá liðnum hjá Glenn Ståhl, sum í løtuni hevur fýra stig niður til B36 og fimm stig upp til HB.


Betrideildin 21. umfar
TB - NSÍ 0-1 (0-0)
50' Jann Benjaminsen (Petur Knudsen) 0-1

TB (4-2-3-1): Mads Altschuler - Jens Erik Bruhn, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller (88' Bárður Dimon), Samudeen Musah - Sebastian Kroner, Dánjal Godtfred (L) - Andreas Midjord (74' Poul Ingason), Nikolei Johannesen, Einar Thorsteinsson - Filip Obadovic (59' Ken Fagerberg)

NSÍ (3-5-2/5-3-2): Tòrður Thomsen - Jann J. Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnason Højgaard, Jákup Jakobsen, Pætur Turiðarson Skipanes - Salmundur Bech (60' Betuel Hansen), Rógvi Egilstoft Nielsen, Jesper Flinck Christjansen - Steffan Abrahamson Løkin (66' Búi Egilsson), Petur Knudsen (90' Jørgen Nielsen)

19.00: EB/Streymur - HB
            Skála -ÍF 

Støðan

1. HB 49 stig (19 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir) 
3. NSÍ 44 stig (20 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5Víkingur 38 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (19 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. TB 14 stig (21 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 2 stig (19 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder