Fótbóltur

16-ára gamal byrjar í miðverjuni hjá HB í oddadystinum

Samuel Johansen Chukwudi fær seg av álvara royndan í kvøld. Týski hjálparvenjarin hjá HB er á seðlanum sum leikari eisini. Hjá KÍ avloysir Jonn Johannessen Páll Kletsskarð, og Deni Pavlovic byrjar aftur.

Samuel spælir sín dyst nummar 10 í Betrideildini í kvøld (Mynd: Sverri Eghom)

Samuel spælir sín dyst nummar 10 í Betrideildini í kvøld (Mynd: Sverri Eghom)

2020-06-17 18:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heðin Hansen og Delphin Tshiembe eru skaddir, og harvið noyðist Jens Berthel Askou at hyggja til fjórða valið í miðverjuni til stórdystin móti HB og KÍ, sum byrjar nú klokkan 19.00. Tað er Samuel Johansen Chukwudi, ið framvegis ikki er fyltur 16 ár. 

Hann hevur áður roynt seg í Betrideildini men ikki á hendan hátt. Kevin Schindler, ið er hjálparvenjari og hevur eina fortíð í eitt nú Werder Bremen, kann verða skiftur inn. 

HB (4-4-2/4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, Dan í Soylu, René Shaki Joensen - Pætur Petersen, Øssur Dalbúð

Hjá KÍ avloysir Deni Pavlovic, ið er aftur frá leikbanni, Alessio Hyseni á verjukenda miðvøllinum. Jonn Johannessen 

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen (L,) Patrik Johannesen  - Jonn Johannessen, Ole Erik Midtskogen

Fylg gongdini á forsíðu okkara og fá viðmerkingar o.a á Portalinum seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder