Umleið 160 næmingar, skulu kappast í Vági í morgin.
Tilsamans fara 16 lið at kappast í dreingjaliðum, gentuliðum og blandaðum liðum. Í mun til kappingarnar higartil, koma hesi liðini at spæla á heilum vølli í Marghøllini, sum er ½ vøllur í mun til vanligan fótbóltsvøll.
Byrjað verður kl. 11.30, og hildið verður so áfram til umleið kl. 16, tá tað er greitt hvørji lið hava spælt seg til finaluumfarið, ið verður fyrst í mai 2019.
Skúlafótbóltur, ið er skipaður í samstarvi við BankNordik og Fótbóltssamband Føroya, bjóðar harumframt næmingunum at svimja í Páls høll, og at royna klatriveggin í Marghøllini.
Møguligt verður at hyggja eftir skúlafótbóltinum í Marghøllini og at keypa sæe kaffi, toast, og belgiskar vaflur afturvið. Frá klokkan 12 fæst eisini døgurði til keyps.
Leikskráin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald