Eitt lítið samdøgur eftir at innsavningin til landsliðsarbeiðið hjá HSF byrjaði hava sekstan fyritøkur boðað frá, at tær ynskja at stuðla landsliðnum við 10.000 krónum hvør.
Hondbóltssambandið skal áðrenn 15. juli boða frá, um landsliðið hjá monnum skal luttaka í komandi HM-undankapping.
Ætlanin var, at løgtingið skuldi játta eina millión, sum skuldu dekka meirkostnaðin hjá Hondbóltssambandinum av, at heimadystirnir hava verið leiktir í Danmark. Hetta hendi tó ikki, tí løgtingið fór í summarfrí áðrenn tað kundi vera avgreitt. Sostatt stendur HSF og vantar eina millión um landsliðsarbeiðið ikki skal skerjast.
Higartil hava fjúrtan fyritøkur boðað frá, at tær stuðla við 10.000 krónum hvør. Fleiri eru á veg eisini, og sostatt eru vit komin upp á 160.000 krónur.
Fyritøkur, sum higartil hava sagt, at tær vilja stuðla eru hesar:
Fishfacts
Thor
Portal.fo
Sandoy Seafood
KBI
Wenzel
62n
Vónin
P/F Frost
Fønix
P/F Waag
Elding
Kjølur
Kjølbro Heilsøla
Kemilux
Sólorka
Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected], so dagføra vit listan.
(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnar sínamillum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald