Annað

17-ára gamal vann JFK-Open hjá monnum

Ungur klaksvíkingur gjørdi bart á manssíðuni, meðan ung havnarkvinna vann á kvinnusíðuni.

17-ára gamli Ari Miné Jacobsen sigraði á manssíðuni
(Mynd: kbf.fo)

17-ára gamli Ari Miné Jacobsen sigraði á manssíðuni (Mynd: kbf.fo)

2018-12-08 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta vikuskiftið var stór badmintonkapping í einmansleiki í Klaksvík. JFK er stuðul til hesa kapping, sum tí ber navnið JFK-Open 2018. Hetta var triðja av fimm Grand Prix-kappingum í vetur.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar Badmintonfelag skrivar, at kappingin varð hildin bæði í KÍ- høllini og Badmintonhøllini leygardagin. Tá luttóku 150 leikarar, og tey ungu spældu 250 dystir. 

Sunnudagin varð spælt í fimm tímar í Badmintonhøllini, og har 20 vaksin spældu 45 dystir. Hjá teimum vaksnu í A-bólkinum á kvinnusíðuni vann Gunnva Jacobsen úr HBF. Hetta var ikki so óvæntað; Gunnva umboðar í løtuni Føroyar í EM-undankappingini í Fraklandi.

Tað var meira óvæntað, at 17 ára gamli Ari Miné Jacobsen úr KBF vann á Magnus Dal-Christiansen, ið eisini er til EM-undankapping hetta vikuskifti, í A-bólkinum hjá monnum. Talan var um eina spennandi finalu millum klaksvíkingin og havnarmannin: 7-21, 21-15, 18-21  

Nógvir dystir vóru javnir og sera spennandi, og serliga vóru flestu finalurnar sera spennandi við trimmum settum.

Fleiri myndir av vinnarum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Badmintonfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder