Annað

17 ára gamla Ranja og nólsoyarhestur beina kós móti FM

Aftaná heystkappríðingina í Havn leygardagin, hava Sirkill úr Nólsoy og reiðkvinnan, 17 ára gamla Ranja H. Djurhuus, sera góðar møguleikar at vinna FM um tvær vikur..

Ranja H. Djurhuus og Sirkill eiga munin á pápa Ranju, Halli Hansen á Grana (Mynd: Bjørt Bødvarsdóttir)

Ranja H. Djurhuus og Sirkill eiga munin á pápa Ranju, Halli Hansen á Grana (Mynd: Bjørt Bødvarsdóttir)

2025-08-18 06:56 Author image
Innsent
placeholder

Tað gjørdist akkurát líka spennandi sum væntað, nú heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var leygardagin. Tað vóru einans 9 hundrandapartar av einum sekundi, ið vóru á muni millum nummar eitt og tvey á degnum millum Ranju H. Djurhuus á Sirkill og pápa Ranju, Hall Hansen á Grana, tey brúktu ávíkavist 29,39 og 29,48 sekund um teir 400 metrarnar breytin í Havnardali er. Nummar trý á gjørdist Svanna við Barbaru R. Mouritzen á baki.

Støðan í Tvíspor vaksin er nú tann at 17 ára gamla Ranja H. Djurhuus og hesturin Sirkill, ið er heimahoyrandi í Nólsoy, hava sera góðar møguleikar at vinna FM. Undan seinastu kappingini, sum verður um 14 dagar, hevur Sirkill 21 stig, Svanna er nummar tvey við 17 stigum og Grani og Silfá eru á deildum triðjaplássið við 16 stigum. Síðani Nólsoyingur var í vælmaktini í kappróðri munnu tað ikki vera komin nógv FM heitir til Nólsoyar, so væntandi verður okkurt gjørt burturúr, um Sirkill vinnur FM um tvær vikur.

Tvíspor ung vann Thor úr Syðradali. Sólrun Lützen ríður Thor, nummar tvey var Tittan og Brynja Lützen og nummar trý Kiljan og Simona Tornby. Her hevur Thor allar møguleikar at vinna FM, hann er fimm stig undan Kiljan.

Trav vann Dropi og Lív Djurhuus, nummar tvey var Gígur og Simona Tornby og nummar trý Doran og Fía Nolsøe. Hesi trý rossini kappast eisini um FM. Dropi hevur 19 stig, Gígur 18 stig og Doran 15 stig.

Skeið vann Stígur og Randarsól Heinesen, nummar tvey var Brúni og Jóannes Debes og nummar trý Kvika og Bárður Johannessen. Stígur og Brúni dystast her um FM, Stígur hevur 24 stig og Brúni 22 stig. Tøltgreinina vann Tango og Silja G. Eystberg, nummar tvey var Sirkill og Ranja H. Djurhuus og nummar trý Brynjar og Regin Johannessen. Kappingin um FM í Tølt er millum Tango og Brynjar, teir hava ávíkavist 24 og 22 stig.

Tvær aðrar greinar vóru á degnum og Marengo vann tær báðar, tað í tvíspor vaksin 2 flokkur, tá reið Laila W. Mouritzen og so Old boys, við Halli Hansen í saðlinum. Hesar báðar greinarnar eru ikki FM greinar.

Seinasta FM-kappingin í ár verður 30. august á breytini hjá Vága Ríðingarfelag 

Føroya Ríðingarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder