Fótbóltur

19.umfar: Seinasti triðingurin fer í gongd í dag

Talan er um topp fimm vs. botn fimm, tá 19.umfar verður leikt í dag. Tvey lið hava longu leikt 19 dystir; HB og KÍ vóru í eldin.

B36 og KÍ stríðast við NSÍ og Víking um plássini í Evropa
(Mynd: Sverri Egholm)

B36 og KÍ stríðast við NSÍ og Víking um plássini í Evropa (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-19 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um topp fimm vs. botn fimm, tá 19.umfar verður leikt í dag. Tvey lið hava longu leikt 19 dystir; HB og KÍ vóru í eldinum hóskvøldið, tá klaksvíkingar taptu fyri aðru ferð uppá eina viku, meðan oddaliðið økti um munin, og tók enn eitt fet móti fyrsta FM-heitinum í fimm ár. Í dag eru HB og KÍ stórfavorittar á heimavølli; Suðringar vitja í Gundadali, og EB/Streymur skal spæla við Djúpumýru.

NSÍ og Víkingur hava ikki so langt upp til KÍ nú, og sigurin hjá B36 á klaksvikingum hóskvøldið ger, at stríðið um Evropa harðnar. NSÍ hevur bert vunnið eftir summarsteðgin, og í dag eru runavíkingar eisini favorittar við Løkin. Tó hevur NSÍ helst truplastu uppgávuna av topp-fimm liðunum. Talan er um grannauppgerð móti Skála; hesi liðini hava spælt tættar dystir seinastu ferðirnar, har skálamenn hava havt gott tak á liðnum hinumgein Skálafjørðin.

Víkingur hevur vunnið seks dystir á rað, og í dag vitja vágamenn í Sarpugerði. Tað verður trupult hjá 07 Vestur, ið stríðist fyri lívinum og hevur átta stig upp til bjargingina í løtuni. AB er eisini í tungum sjógvið, og í dag tekur B36 stuttu leiðina til Argir, har heimaliðið er fullkomiliga steðgað upp. B36 fekk ein sera góðan sigur á KÍ hóskvøldið, og trýstir nú á í stríðnum um Evropa.

Allir dystirnir byrja klokkan 15.00. Vit fygja gongdini og taka samanum eftir dystirnar

AB – B36
HB – TB/FCS/Royn
KÍ – EB/Streymur
NSÍ – Skála
Víkingur – 07 Vestur

Støðan í Betri-deildini:
1. HB 49* 
2. KÍ 41*
3. NSÍ 36
4. Víkingur 35
5. B36 33 
6. EB/Streymur 18
7. Skála 18
8. TB/FCS/Royn 15 
9. AB 8 
10. 07 Vestur 7 

* Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder