Tað var ein sensatión tá føroyska U21-landsliðið fyri einum hálvum árum síðani í oysandi regni á Ovara vølli í Gundadali leikti 1-1 ímóti stjørnunum á franska U21-landsliðnum.
Í kvøld var returdysturin leiktur í Calais í Fraklandi. Og tað bleiv ikki til nakra sensatión, hóast eitt flott úrslit av Bagga og hansara monnum.
Trýstið á okkara mál var stórt allan dystin, men við góðum verjuspæli og ikki minst einum góðum málmansavriki hjá Bárði á Reynatrøð, eydnaðist fraklendingum bert at fáa tvey mál á máltalvuna.
Fyrra málinum tók Real Madrid leikarin Eduardo Camavinga sær av í 23. minutti. Málið til 2-0 kom átta minuttir fyri leiklok, tá Áki Johannesen var óheppin og gjørdi sjálvmál.
Fleri mál komu ikki, og 2-0 má sigast at vera eitt gott úrslit.
Týsdagin spælir føroyska U21-landsliðið aftur. Tað verður á útivølli ímóti Makedonia, sum okkara menn í oktober fingu ein javnleik ímóti.
Frakland U21 - Føroyar U21 2-0 (1-0)
22’ Eduardo Camavinga 1-0
82’ Sjálvmál 2-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald