Annað

2-0 til Carlsen – bert ein javnleik frá heimsmeistaraheitinum

Knústi Caruana við svarta fólkinum í øðruk kviktalvinum.

2018-11-28 17:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir nú á, at norðmaðurin Magnus Carlsen varðveitir heimsmeistaraheitið í talvið.

Fyri løtu síðani gav avbjóðarin Caruana upp móti Carlsen, sum telvaði sera sterkt við svarta fólkinum í øðrum kviktalvinum.

Spakuliga vann Carlsen sær betri støðu við tryggum spæli, meðan Caruana gjørdist nervøsur og misti tíðina burtur.

Tá Caruana gav upp eftir bara 28 leikir. Tá hevði hann ikki nógva tíð eftir, meðan norðmaðurin hevði ríkiligt av tíð at umhugsa seg.

Um eina løtu verður farið undir triðja kviktalvið, og kravið til Caruana er nú, at hann vinnur við svarta fólkinum. Endar triðja talvið javnt, so er Magnus Carlsen heimsmeistari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder