Hondbóltur

20 flogfør til Oslo í januar

Atgongumerkjasølan byrjar 21. mai. HSF hevur fingið tillutað 5000 atgongumerki, men væntandi verða fleiri.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-05-09 15:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum tryggjaði sær í gjár pláss í EM-endaspælinum, ið verður spælt í Norra, Danmark og Svøríki í januar 2026. Tað hevur leingi verið greitt, at um Føroyar koma við til EM-endaspælið verður spælt í Oslo. Dystirnir verða spældir 16., 18. og 20. januar 2026 í Unity Arena í Oslo.

Pláss verður fyri 8500 áskoðarum til føroysku dystirnar í Oslo, og frá byrjan hevur HSF fingið tilluta áleið 5000 atgongumerki. HSF hevur frá EHF fingið upplýst, at hetta talið fer væntandi at hækka, tá tey hava havt møguleika at samskifta við hini liðini í bólkinum um teirra tørv á atgongumerkjum.

Atgongumerkini verða seld í fýra ymsum bólkum:

Kategori 1: 2565 NOK

Kategori 2: 1863 NOK

Kategori 3: 1485 NOK

Kategori 4: 945 NOK

Hetta er fyri atgongumerki til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum.

Atgongumerkjasølan verður á sølusíðuni hjá EHF og fyrireikarunum og byrjar mikudagin 21. mai kl. 10.

Ferðing

Eins og í 2024 fer Atlantic Airways sjálvandi at flúgva fjepparar til EM-endaspælið í hondbólti í Oslo í 2026. Til EM-endaspælið í Berlin vóru 10 beinleiðis flogferðir úr Føroyum til Berlin, men í januar kemur Atlantic Airways at hava heilar 20 fráferðir til EM-endaspælið. Ferðaseðilin kemur at kosta 3.299 kr. t/r. og flogið verður hesar dagar: Vágar – Oslo 14., 15., 16., 18. januar og Oslo – Vágar – 19., 20., og 21. januar.

Norröna kemur eisini at sigla fjepparar frá Føroyum til Oslo, har møguleiki verður at gista umborð á Norrönu undir endaspælinum.

Eventz, Fonn Flog og 62N fara at skipa fyri bólkaferðum til EM-endaspælið.

Ferðirnar verða settar til sølu mikudagin 21. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder