placeholder
Fótbóltur

21-ára gomlu innskiftararnir avgjørdu fyri B36

Ragnar Samuelsen og Hannes Agnarsson eru uppvaksnir í felagnum. Teir hava spælt lítið í ár, men gjørdu í kvøld veruliga mun. Tað gjørdi Sebastian Pingel við tveimum málum og einum uppleggi og Alex Mellemgaard við trimum uppleggum sannliga eisini.

Alex Mellemgaard hevði hattrikk í uppleggum (Mynd: Bjarni Enghamar)

Alex Mellemgaard hevði hattrikk í uppleggum (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-08-27 22:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var avgjørt um eitt frálíkt liðavrik frá B36 í kvøld á Tórsvølli, og árstalsfelagið vísti stóra mentala styrki við at fyrst venda 0-1 til 2-1 og síðani 2-3 til 4-3 í longdu leiktíðini.

Fýra leikarar vóru beinleiðis við í málunum, tá tosað verður um upplegg og mál, men aðrir høvdu ein góðan fót við - millum annað Benjamin Heinesen og Árni Frederiksberg í tveimum. Sigast má eisini, at tað hepnaðist væl við innskiftingunum hjá Jákupi á Borg.

Tvey mál komu í samband við deyðbóltar- hini bæði tá B36 spældi skjótt og væl.

1-1: Alex Mellemgaard leggur frálíkt horna inn úr vinstru, ið skrúvar úteftir, og sum Sebastian Pingel møtir við sera góðari "timeing" og nógvari megi. Málverjin ongan møguleika og B36 av álvara við aftur í dystinum

2-1: Tríggir minuttir seinni: B36 spælir væl upp. Bólturin endar hjá Alex í vinstru, í brotsteignum, sum við høvdinum stýrir bóltin væl inn mitt fyri, har Pingel aftur er ivaleysur, og leggur B36 á odda við stútara

[object Object]

[object Object]

Longd leiktíð

3-3: Innkast úr vinstru: Árna Frederiksberg leggur stutt útfrá til Alex Mellemgaard, ið hesaferð leggur sera væl ímóti fremru stong. Har er Ragnar Samuelsen fyrstur og hægstur. 21-ára gamli leikarin er uppvaksin í B36, var í seinnu hálvu í fjør leigaður út til EB/Streym.

4-3: Frá 60. minutti, tá Hannes Agnarsson kom á vøllin var hann ein støðug hóttan móti Levadia, ið ikki tyktist at kenna so væl nummar 17 hjá B36. Hann var við í 2-1 málinum eisini, og í 2. hálvleiki í longdu leiktíðini avgjørdi hann alt. Benjamin Heinesen legði sera góðan bólt fram í høgru síðu, Pingel setti ferð á, vann nærdystin, og komin nakað inn í brotsteigin legði hann latt innfyri, har Hannes var komin uppá pláss, og 21-ára gamli leikarin gjørdi arbeiði liðugt.

Hannes og Ragnar hava sambært FaroeSoccer spælt 354 minuttir fyri B36 í Betrideildini í ár

B36 - Levadia Tallin 4-3 (2-2 eftir vanliga leiktíð)
52' Karl Oigus 0-1
72' Sebastian Pingel (Alex Mellemgaard) 1-1
75' Sebastian Pingel (Alex Mellemgaard)  2-1
79' Trevor Elhi 2-2
101' Kouadio Kouakou 2-3
107' Ragnar Samuelsen (Alex Mellemgaard) 3-3
113' Hannes Agnarsson (Sebastian Pingel) 4-3


Myndir: B36 - Levadia Tallinn

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder