2018-11-08 08:54
Farna vikuskiftið var fyrri parturin av B3-venjaraskeiðnum hildin í FSF-húsinum í Havn, og komandi vikuskiftið er seinni parturin á skránni. Tá vera luttakararnir á Eiði. Undirtøkan fyri skeiðnum er góð, við 26 luttakarum.
- Tað er altíð hugaligt at skipa fyri venjaraskeiðum, serliga tá undirtøkan er góð. Og tað er einki at ivast í, at tey flestu av hesum hava eina yrkisleið sum venjari fyri framman, sigur Jógvan Martin Olsen við heimsasíðuna hjá FSF.
Jógvan Maritin Olsen er undirvísari á B3-skeiðnum saman við Paula Poulsen og Hans Mourits Foldbo.
B3-venjaraskeið gevur rætt til at fara undir B4, sum væntandi verður fyrst í komandi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald