Í gjár og í dag hava 260 børn - gentur og dreingir í aldrunum U10-U16 - vant í tímavís í hallunum í Havn, Argjum og Hoyvík.
(Jóhan á Plógv Hansen saman við liðfeløgunum til venjing í Hoyvíkshøllini - Mynd: HSF)
Tað hevur verið undir leiðslu av leikarum úr danska stórfelagnum Bjerringbro-Silkeborg, har Jóhan á Plógv Hansen er ein leikarunum, og føroyskum landliðsleikarum. BSV hevur eisini evropeiskar meistarar og tveir heimsmeistarar, umframt Jóhan, í sínum hópi.
(Mynd: HSF)
Í annaðkvøld klokkan 20.00 spæla Bjerringbro-Silkeborg og Føroyar í Høllini á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald