Annað

3. umfar av FM-kappingini í dart leikt í Skopun

Í kappingini luttóku 26 menn og 9 kvinnur.

2018-11-21 08:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 3. umfar av FM-kappingunum í einmansleiki var leikt í Skopun leygardagin 17. november.

26 menn og 9 kvinnur vóru við í kappingini.

Kvinnur

Hjá kvinnum vóru FM-finalistarnir frá 2017, Eyðna Olsen og Maibrit Hvíthamar, við fyri fyrstu ferð í heyst. Hinvegin var Lýdia á Smið, sum domineraði alt síðsta kappingarár, ikki við.

Í bólkaspælinum vunnu Maibrit Hvíthamar og Birthe Sikivat hvør sín bólk. Maibrit og Birthe vunnu eisini í fjórðingsfinaluni. Í hálvfinaluni mátti Birthe lúta fyri Anniku Joensen, meðan Maibrit vann móti Eyðnu Olsen. Finalan endaði við 4-1 sigri til Anniku.

Menn

Hjá monnum manglaðu fleiri leikarar í betra endanum. Hetta hevði við sær, at summir bólkar vóru munandi sterkari enn aðrir. Hetta hevði millum annað við sær, at Jón Johansen og Petur Thomsen ikki kláraðu at liva upp til styrkismetingina.

Jón fekk sterka mótstøðu beinavegin í 1/16-finaluni, har hann vann 4-3 móti Monrad Mouritsen.

Í 1/8-finalunum tapti Jón so 4-2 móti Boga Isaksen. Ein annar dystur, ið gjørdist sera spennadi var millum Kjell Johansen og Remy Gaardlykke. Hetta var fyrsta kapping hjá Kjell í heyst, men hann megnaði at halda Remy allan vegin til 3-3. Í sjeynda og avgerðandi settinum var Remy langt frammanfyri, men hann megnaði ikki at lukka og Kjell fór avstað við sigrinum, tá hann kom niður á lukking. Uni Árting møtti Ólavi Ellingsgaard, ið burdi kunnað givið Una mótstøðu, men Uni spældi ein sera góðan dyst við 83 í miðal og vann trygt 4-0.

Í 1/4-finalunum vóru 5 av 8 leikarum úr Havnar Dartfelag og úrslitini lagaðu seg soleiðis, at Uni Árting, Jóhan Hansen, Kjell Johansen og Niels Thomsen, allir úr Havnar Dartfelag, vunnu tryggar sigrar.  

Sostatt vóru bert leikarar úr Havnar Dartfelag í hálvfinalunum. Niels Thomsen og Kjell Johansen (báðir uppaldir í Stráluni á Strondum) hittust í aðrari hálvfinaluri. Kjell vann sannførandi. Í hinari hálvfinaluni hittust Uni Árting og Jóhan Hansen. Uni vísti aftur gott spæl og tryggjaði sær plássið í finaluni.

Finalan var sostatt millum Kjell Johansen og Una Árting. At byrja við sást einki til, at hetta var fyrsta kappingin hjá Kjell hetta kappingarárið. Hann byrjaði sum eitt ódnarveður og kom á odda 5-1. Nú manglaði Kjell bert eitt sett fyri at vinna finaluna. Men so vaknaði Uni og hansara drúgvu royndir í føroyskum dart og altjóða kappingum komu honum til góðar. Spakuliga byrjaði hann at minkað um munin sett fyri sett og løtu seinni var støðan 5-5. Nú skuldi vinnarin finnast í 11. og avgerðandi settinum. Enn einaferð vísti Uni stórspæl og legði út við tvær ferðir 140. Harvið hevði hann fyrimunin og Uni lukkaði settið við einum útgangi á 94 og 14 pílum. Eitt sera flott comeback av Una.

Úrslit

Kvinnur

  1. Annika Joensen (Team Sandoy)
  2. Maibrit Hvíthamar (HDF)
  3. Birthe Sikivat (ADF)
  4. Eyðna Olsen (Team Sandoy)

Hægst útgang: Annika Joensen 76

Fæst pílar: Annika Joensen 28

[object Object]

 

Menn

  1. Uni Árting (HDF)
  2. Kjell Johansen (HDF)
  3. Niels Thomsen (HDF)
  4. Jóhan Hansen (HDF)

Hægst útgang: Uni Árting 127

Fæst pílar: Jón Johansen 14

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder