Annað

38 ára gamal setti heimsmet í 50 metrar firvald

Brasilski Nicholas Santos framdi eitt satt bragd.

2018-10-08 13:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Brasilski Nicholas Santos setti í gjár nýtt heimsmet í 50 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, á FINA World Cup stevnuni í Budapest. Hetta við tíðini 21.75 sekund, har týski Steffen Deibler átti metið á 21.80, frá tíðini við ‘superdraktum’ á FINA World Cup stevnuni í Berlin í 2009.

Santos hevði ikki trappað niður, nú, og ætlar sær at svimja skjótari á HM á stuttgeil í Hangzhou í desember.

“No, I didn’t plan that, I’ve not even rested before this meet. It’s amazing to swim a world record especially in front of such a crowd. I’m pretty happy but my target is the World Championships in December and I want to swim faster there”.

Santos er væl møguligt hin elsti svimjarin nakrantíð sum hevur sett heimsmet, skrivar Svimjing.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder