
Italska stórfelagið Juventus boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við málmansleganduna, 42 ára gamla Gianluigi Buffon. Í dag skrivaðu partarnir sáttmála, so Buffon heldur fram í felagnum eitt ár afturat.
Hann hevur fingið status sum legenda í felagnum, sum hann hevur vart málið fyri síðan 2001, bert avbrotið av einum ári í PSG í Fraklandi. Nú fær hann so eitt ár afturat.
Gianluigi Buffon spældi fyri Parma tey seks fyrstu árini sum professionellur. Seinast hann stóð í málinum fyri Juventus var 18. desember 2019, tá hann sældi sín dyst nummar 647 í Seria A og kom harvið ájavnt metinum hjá Paolo Maldini fyri flest dystir í bestu italsku deildini. Fær hann ein dyst afturat, eigur Buffon metið einsamallur.
Málmaðurin er ikki einasta stjørnan, sum Juventus í dag hevur longt við. Eisini Giorgio Chiellini hevur fingið longt sáttmálan fram til 2021.
Hann hevur spælt við Juventus út í eitt síðan 2005, tilsamans 386 dystir.
Hetta kappingarárið hevur Gianluigi Buffon møguleika fyri at vinna sítt tíggjunda meistaraheiti við Juventus, meðan Chiellini kann vinna sítt níggjunda.
Torino-felagið liggur í løtuni á odda í Seria A, fýra stig framman fyri Lazio.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald