Fótbóltur

45 stig frá 1. plássinum - níggju stig frá niðurflytingarstrikuni

Luzern er sera sjálvdan við, tá steypini í Sveis verða handaði og hevur ógvuliga avmarkaði úrslit at vísa á í evropeiskum kappingum. Tó er hetta avgjørt eitt stig upp í mótsstøðu fyri KÍ.

Silvan Sidler, í bláu troyggjuni, í 3-1 ósigrinum hjá Luzern fyri Frankfurt í venjingardysti 12. juli - Mynd: EPA

Silvan Sidler, í bláu troyggjuni, í 3-1 ósigrinum hjá Luzern fyri Frankfurt í venjingardysti 12. juli - Mynd: EPA

2019-07-24 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ skal í morgin spæla fyrra dystin í 2. umfari í Europa League. Hann er á Swissporarena í Luzern, har Føroyar í november í 2016 spældu HM-undankappingardyst ímóti Sveis. 

Fyri liðið hjá Mikkjal Thomassen verður hetta ein møtimikil uppgáva. Á listanum hjá UEFA yvir deildir í Evropa er Swiss Super League nummar 19, meðan Føroyar eru triðniðast, nr.53, í løtuni - hetta er útfrá koefficienti.

Føroyska landsliðið hjá monnum hevur ongantíð fingið stig ímóti Sveis, og í liðfótbólti eru royndirnar fáar, og tað er als ikki við jøvnum millumbili, at føroysk lið spæla ímóti sveisiskum. Tvey sveisisk lið hava spælt ímóti føroyskum - í báðum førum í nú niðurløgdu Intertoto Cup. HB var í 1995 á vitjan hjá FC Aarau og tapti 6-1 ímóti liðinum, ið nú spælir í næstbestu sveisisku deildini. Tá leiktu liðini ikki tvær ferðir ímóit hvørjum øðrum; tá var bólkaspæl, men í 2002 spældi B68 tveir dystir ímóti St. Gallen, sum í farna kappingarárið endaði ájavnt í stigum við Luzern, og sum tapti 2-0 fyri Luzern í fyrsta landskappingardystinum í 2019/2020 leygardagin. Toftamenn taptu heili 11-1 samanlagt fyri St. Gallen. 

[object Object]
(KÍ kom víðari á Svangaskarði í seinastu viku - Mynd: Sverri Egholm) 

Úrslitini eru gomul, og tí er ilt at útfrá hesum meta um, hvussu dagsins KÍ-lið fer at standa seg ímóti sveisiskari mótsstøðu. Luzern er eitt sera professionelt felag, ið hevur eina stóra fíggjarætlan, men talan er ikki um eitt toppfelag í Sveis. Liðið frá býnum við yvir 81,000 íbúgvum hevur einaferð vunnið meistaraheitið - tað var í 1989 - og trý ár seinni vann Luzern steypakappingina á øðrum sinni. Síðani er tað vorðið til fýra silvur í steypakappingini og eitt einstakt í landskappingini. 

Seinastu árini hava Basel og Young Boys staðið seg væl í evropeiskum kappingum og javnan verið í bólkaspælinum í Champions League ella Europa League; Basel hevur nakrar ferðir verið longri. Hesi liðini, serliga Basel, hava sitið á sveisiskum fótbólti seinastu árini. Farna kappingarár vann Young Boys við heili tjúgu stigum niður til Basel, og tað vóru 45 stig niður til fýra tey næstu liðini, ið øll høvdu 46 stig. Har var Luzern eitt av teimum og megnaði akkurat at fáa eitt evropeiskt pláss við at enda nummar fimm. Bert níggju stig vórðu til niðurflytingarpláss. 

Les eisini: Kristian Joensen: Evropeisku dystirnir eru høgt í metum hjá okkum í KÍ

Seinastu níggju árini hevur Luzern roynt seg seks ferðir í evropeiskari kapping - hvørja ferð í Europa League. Hvørja ferð er liðið sligið út í fyrstu royndini. Sigast skal tó, at tað er í 2. og 3. umfari, at liðið er komið inn í kappingini, og í 2013 var uppgerðin í playoff-umfarinum ímtu Genk. Luzern hevur hesi árini havt fleiri truplar uppgávur, sum í fjør ímóti Olympiakos (1-7 tap samanlagt). Osijek úr Kroatia og Sassulo úr Italia eru nøkur av liðunum, sum Luzern ikki hevur megnað at basa. Nú er sveisiska liðið í leiklutinum sum favorittur ímóti KÍ - stórur favorttur.

Liðið fekk fyri kortum javnleik í venjingardysti ímóti Crystal Palace úr Premier League. Dysturin ímillum Luzern og KÍ er í annaðkvøld klokkan 19.15 føroyska tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder