Seinastu árini hevur nógv verið tosað um gjónna, ið er vaksin í føroyskum fótbólti. Havnarfeløgini, NSÍ, Víkingur og KÍ eru fimm ár á rað endað í topp-fimm, og munurin á góðskuni ið tey og hini hava er bara voksin - Evropapengar og annar peningur hevur m.a spælt sín leiklut.
Munurin í sjálvum topp-fimm hevur verið svingandi, men tað hevur ongantíð verið heilt nær við, at eitt lið hevur "brotið inn" í topp-fimm; Skála hevur verið tættast.
Í 2017 var sjálvdan, at talan gjørdist um heilt stórar sigrar, tá topp-fimm og botn hittust, hóast fleiri greiðir sigrar vóru. Liðini sum endaðu í niðaru hálvu argaðu javnan ovaru liðini, og talan var ofta um tættar dystir, har stig "fóru yvirum". Hetta endurspeglast á stigatalvuni, ið sæst her. Frá nummar eitt og tvey niður til nummar 9 vóru 22 stig.
Les eisini: 22 sigrar á rað móti botn-fimm liðum
Síðani er munurin bert vorðin størri, tó at liðini í 2018 argaðu inn ímillum - serliga í seinnu hálvu. Í fjør var tað Skála, sum fyrsta triðingin tók nøkur stig, og TB sum á heimavølli fekk fleiri stig móti topp-fimm liðunum; m.a trý stig á Jóansøku móti komandi føroyameistarunum, KÍ.
Áðrenn kappingarbyrjan í ár sá tá út til, at munurin í styrki í hópunum var vaksin, og hetta hava vit fingið váttað. Í 1. umfari vann núverandi oddaliðið HB "bara" við einum málið á EB/Streymi á heimavølli, og AB loypti hvøkk á við at taka stig. Næstu fýra umførini var munurin tó 12 mál (í 2. og 3. umfari) og 10 mál (í 4. og 5. umdfari) og í trimum førum vóru bert tríggjar uppgerðir millum lið úr hvør sínari hálvu av stigatalvuni. TB megnaði tó í 5. umfari at fáa javnleik í Sarpugerði.
Víkingur megnaði ikki at skora, tá TB vitjaði í 5. umfari og heldur ikki á Argjum í 1. umfari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað kann verða dýrt fyri Víking, at liðið longu hevur "mist" fýra stig móti botn-fimm liðum, tí hini liðini hava øll fingið fult higartil. Tó hevur TB givið serliga KÍ trupulleikar við Stóra - avgerandi málið kom við brotssparki í yvirtíðini, tá TB spældi við tíggju monnum - og oddaliðið vann tepurt í seinasta umfari.
Seinastu fimm uppgerðirnar hava liðini í botn-fimm ikki megnað at skorað, og samanlagdi málmunurin er stórur. Fyri kappingina er tað eisini til stúran, at umfør eru, har munurin ikki er minni enn trý mál, og at t.d teir greiðu sigrarnir hjá NSÍ kundu verið væl størri, eins og B36-sigurin á AB og tað sama við 6-0 sigrinum hjá KÍ á Argjum. HB var eisini á odda 5-0 eftir 20 minuttir á Argjum og spældi í 75 minuttir í undirtali.
HB og B36 hava gjørt reint borð móti botn-fimm higartil. Bæði eru risafavorittar á heimavølli í hesum umfarinum (Mynd: Sverri Egholm)
Í 7. umfari, ið byrjar í kvøld, eru trý av ovaru liðunum á heimavølli móti botn-fimm, og munurin í hesum dystunum kann síggja nakað størri út eftir dystirnar í kvøld og í annaðkvøld. ÍF er ikki langt frá topp-fimm, og kann tí sníkja seg við har eftir hetta umfari. Fuglfirðingar hava tó tapt allar uppgerðirnar móti ovaru liðunum.
Topp-fimm móti botn-fimm í ár:
1. umfar:
NSÍ - TB 3-1
HB - EB/Streymur 1-0
AB - Víkingur 0-0
(4-1)
2. umfar:
TB - KÍ 1-2
ÍF - HB 1-3
Víkingur - Skála 5-2
B36 - AB 3-0
EB/Streymur - NSÍ 3-0
(16-4)
3. umfar:
B36 - Skála 6-2
ÍF - KÍ 1-4
AB - HB 0-5
(15-3)
4. umfar:
NSÍ - ÍF 5-0
TB - B36 1-3
KÍ - EB/Streymur 3-0
(11-1)
5. umfar:
AB - KÍ 0-6
Skála - NSÍ 0-4
Víkingur - TB 0-0
(10-0)
6. umfar:
TB - HB 0-1
(1-0)
18 dystir
16 sigrar til topp-fimm (48 stig av 54 møguligum), tveir javnleikir
Málúrtøka: 57-9
(Kelda: FaroeSoccer)
Støðan:
1. HB (18 stig)
2. NSÍ (13 stig)
3. KÍ (13 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (9 stig)
7. EB/Streymur (6 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald