Føroya vakrasta hálvmaratonn er altíð nakað serligt fyri Ítróttarfelagið Frælsi, og FVHM 2022 var einki undantak. Í allar fagrasta veðri varð gingið og runnið úr Gásadali til Sandavágs, ígjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Við góðari hjálp og stuðli frá fantastisku hjálparfólkunum, stuðlum, Vága bjargingarfelag, kommununum í Vágum, fólki í oynni og øllum luttakarunum, ger tað møguligt at skipa fyri hesum stóra tiltakinum.
Fyrstur á mál hjá monnum varð Rógvi Kárason við tíðini 1 tíma 20 minuttir og 21 sekund. Honum á baki um málstrikuna varð Henry Olsen við tíðini 1 tíma 23 minuttir og 21 sekund og sum nummar trý var tað Hanus í Horni Nielsen við tíðini 1 tíma 24 minuttir og 45 sekund.
Hjá kvinnum vóru tað Lydia Jacobsen við tíðini 1 tíma 37 minuttir og 40 sekund, Borgarhjørt Holm 1 tíma 43 minuttir og 6 sekund, og sum nummar trý kom Hergerð Heldarskarð við tíðini 1 tíma 43 minuttir og 46 sekund.
Tilsamans gingu og runnu 577 fólk allan tann langa teinin úr Gásadali til Sandavágs. Allar tíðirnar síggjast við at klikkja her og á facebook síðuni hjá Ítróttarfelagnum Frælsi, har nógvar ymiskar myndir frá degnum eisini eru at síggja.
Føroya vakrasta hálvmaratonn er eisini eitt stuðulstiltak, har peningur verður samlaður inn til at stuðla Krabbameinsfelagnum, og í ár komu inn 52.000kr, túsund takk fyri! Umframt hetta verður á hvørjum ári ein upphædd eisini latin til Beran, hálparfelagsskapur fyri bør og ung, ið hava mist ein tey eru góð við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald