Annað

8 svimjarar hava svomið seg til Oyggjaleikirnar 2019

Um vikuskiftið gjørdist Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag áttandi svimjarin, sum skal umboða Føroyar á Gibraltar í 2019.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2018-11-26 09:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Havnar Svimjifelag skipaði fyri HS-stevnun um vikuskiftið í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans vóru eini 84 íðkarar og 22 lið úr øllum 6 feløgum sum fingu eini 440 úrslit í 40 kappingum, hesar báðar dagarnar.

Týdningarmesta úrslit var væl tá ið Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag skrivaði seg upp til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar, við at svimja 17:29.67 í 1500 frí, har kravtíðin er 17:41.18, skrivar Svimjing.com.

Besta avrik annars var tá ið Signhild Joensen úr Ægir svam2:10.84 í 200 rygg, sum gevur 756 FINA stig. Tað er væl undir kravtíð til Oyggjaleikir, sum hon tó longu hevur klárað kravtíð til við 2:10.37 frá FM á stuttgeil í oktober.

Signhild staðfesti hartil sítt støði til Oyggjaleikir í 50 rygg og tvær ferðir í 100 rygg, umframt at Vár E. Eidesgaard úr HS staðfesti sítt støði til Oyggjaleikir í 100, 400 og 800 frí.

Tey eru nú 8 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir: Birita Debes úr FLOT, Eyðrið Mortensen úr HS, Signhild Joensen úr Ægir og Vár. E. Eidesgaard úr HS, umframt Alvi Hjelm og Óli Mortensen úr HS, Rókur Trygvason úr Ægir og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder