Kappróður

832 fólk skrivað undir

832 fólk heita á løgmann um at lata Knørrafelagið verða verandi í Evensens pakkhúsi – Funnin verður nú ein dagur, tá ið tað liggur fyri hjá løgmanni at taka ímóti undirskriftunum, sigur róðrarfelagið.

2022-02-23 08:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Undirskriftainnsavningin, sum knørrastuðlar hava skipað fyri seinastu dagarnar í sambandi við uppsøgnini av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, er nú liðug, og 832 undirskriftir komu inn.

Róðrarfelagið Knørrur boðar á heimasíðuni frá, at undirskriftirnar verða handaðar løgmanni við áheitan um at gera ávirkan sína galdandi, so felagið kann verða verandi í pakkhúsinum, inntil tað um trý ár kann flyta í egin hølir.

– Løgmaður er verji hjá føroyskum ítrótti, og tað er í hesum leikluti, at hann fær handaða áheitanina við teimum 832 undirskriftunum. Funnin verður nú ein dagur, tá ið tað liggur fyri hjá løgmanni at taka ímóti undirskriftunum.

Undirskriftainnsamlingin fór fram á heimasíðuni skrivunder.net frá 17. til 22. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder