Seinasti FM-róðurin áðrenn finaluna á ólavsøku verður á skránni á Vestanstevnu í Miðvági um vikuskiftið.
Nógvar manningar eru við í ár, og á Vestanstevnu eru 96 bátsmanningar teknaðar til.
Í fleiri førum verður róð innleiðandi umførum, sum síðani endar við finaluriðli.
Eins og á Fjarðastevnu í Vestmanna farna vikuskiftið, verður róðurin tí eisini drúgvari enn vanligt hesaferð.
Barnamanningarnar sum eu 37 í tali leggja fyri beint eftir klokkan 13, og beint eftir klokkan 16 byrjar tey vaksnu við 6 mannaførum kvinnum.
Um alt gongur sum tað skal, verður liðugt um 19 tíðina. Endað verður við 5 mannaførum kvinnur, og flaggtíðin er 18:40.
Sí myndirnar frá kappróðri í Vestmanna
FM støðan eftir róðrarnar á Fjarðastevnu:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald