Hondbóltur

Á odda við fimm móti Portugal

"Teir nýggju" á U21-landsliðnum hava spælt ein ógvuliga góðan fyrra hálvleik í bólkafinaluni - serliga hevur verjan verið stinn.

Bogi Hansen hevur verið tryggur - hoyvíkingurin hevur skorað fimm av seks royndum, harav tvey av málunum eru eftir brotskast (Mynd: Sverri Egholm)

Bogi Hansen hevur verið tryggur - hoyvíkingurin hevur skorað fimm av seks royndum, harav tvey av málunum eru eftir brotskast (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-26 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hannover, Týskland (Portalurin) - Tað er týðiligt, at dysturin í Hannover ikki hevur avgerandi týdning. Føroyar spæla uttan so at siga allar, sum hava spælt nógv higartil: Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Pauli Mittún, Pauli Jacobsen, Janus Dam Djurhuus, Sveinur Olafsson og Ísak Vedelsbøl hava null minuttir samanlagt í fyrra hálvleiki.

Portugal spæla eisini nakað øðrvísi enn móti Spania í gjár, og leikferðin er ikki so høg. Tað er kanska eisini sigandi, at ongar útvísingar eru.

Tó skal staðfestast, at talan er um eitt sterkt føroyskt avrik. Teir, sum eru komnir inn, hava gjørt tað ógvuliga væl – serliga í verjuni, har teir standa ógvuliga væl. Føroyar spæla 5-1 og kroysta portugsiar við Paula Høj fremst og sterku Kristian Jensen, Ova Lützen og Kristoffuri Bjørgvin aftanfyri. Portugal – í sjey móti seks í løtum – er trýstir til fleiri teknisk mistøk, Aleksandar Lacok hevur eisini havt nakrar stórbjargingar, og bert 10 mál eru komin íghøgnum

Frísku menninir hava eisini fingið nøkur góð mál, og eftir eina heldur stirvna byrjan eru okkara veruliga komnir í gongd. Serliga Bjarni Selvindi hevur gingið á odda við málum og uppleggum, men Rói Ellefsen á Skipagøtu hevur eisini veruliga spælt seg upp mitt fyri, og Kristoffur á høgra bakki hevur fingið nøkur mál og upplegg. Bogi Hansen og Pauli hava verið tryggir av vonginum - Bogi hevur eisini skorað tvey brotskøst og er toppskjútti í dystinum.

Føroyingar hava spælt 7 móti 6 so at siga øllum álopini: Hetta fyri at “svara aftur” móti portugisisku 5-1 verjuni, sum teir byrjaðu við og eisini fyri at stýra leikferðini.

Sum nú er stýra føroysku U21-dreingirnir, í heldur øðrvísi útgávu, rímiliga trygt móti fimta HM-stigrinum av fimm møguligum og fyrsta plássinum í bólkinum

U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II
Swiss Life Hall, Hannover - í dag 26. juni

Føroyar - Portugal (15-10)

Støðan í bólkinum - eitt umfar eftir:
Portugal 4 stig *
Føroyar 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig 

*Víðari

Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 3-4
15 min:
6-9
20 min: 9-6
25 min: 12-8

Føroyskir málskjúttar:
Bogi Hansen 5 (2)
Bjarni í Selvindi 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Kristoffur Bjørgvin 2
Pauli Høj 1
Kristian Jensen 1

Upplegg:
Bjarni í Selvindi 3
Rói Ellefsen á Skipagøtu 3
Kristoffur Bjørgvin 1
Ovi
Lützen 1
Brian Slyne 1

Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 6/15

Tekniskar villur:
Føroyar:
2
Portugal: 6

Ongar Útvísingar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder