Stórur áhugi er fyri EM-dystunum hjá Føroyum í Týsklandi í januar, og hevur Hondbóltssamband Føroya seinastu tíðina fingið nógvar fyrispurningar um, hvussu atgongumerkjasølan gongur fyri seg.
Tað skrivaði Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari í gjár nakað áðrenn lutakastið.
HSF kundi avdúka, at mann fær umleið 1.000 atgongmerki - ella umleið 10 prosent av "vanligu plássunum" í høllini.
- Hesi atgongumerki koma eftir ætlan til sølu, tá vit í Hondbóltssambandinum hava fingið neyðugu kunningina frá EHF. Vit koma at kunna um hesi viðurskifti í góðari tíð á heimasíðu okkara.
Hondbóltssambandið skrivar, at í fyrstu atløgu koma bert pakkaatgongumerki til sølu, t.v.s. atgongumerki til allar dystirnar í bólkaspælinum hjá Føroyum. Atgongumerki til einstakar dystir hjá Føroyum koma til sølu 31. mai.
Sí eisini: Video: Hans Jón Thomsen: Hugaligt um 2000 føroyingar komu til dystirnar
Tað er tó kanska heldur ósannlíkt, at nógv av teimum einstøku atgongmerkjunum verða tøk. Teir tríggir dystirnir hjá Føroyum verða spældir yvir fimm dagar, og nógv leita sær helst til Berlin hesar dagarnar.
Arbeitt verður við pakkaferðum hjá ferðaskrivstovum, og Atlantic Airways fer at flúgva beinleiðis til Berlin. Stjórin í Hondbóltssambandinum, Hans Jón Thomsen, greiddi í viðtalu við Portalin í gjárkvøldið frá nøkrum av hesum viðurskiftinum. Hann vónaði, at Føroyar kundu seta lutfalsliga met - at væl fleiri enn 1.000 fólk kunnu koma til dystirnar. HSF roynir at fáa fatur á so nógvum atgongumerkjum sum yvirhøvur gjørligt, og frí søla er eisini til stóran part av høllini.
Atgongumerki út yvir hesi fara í fría sølu á kappingarheimasíðuni heretoplay.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald