2019-03-28 14:41
Dysturin í Betrideildini millum høvuðsstaðarliðini AB og B36 er fluttur til leygardagin.
Dysturin skuldi spælast sunnudagin, tá allir hinir dystirnir í triðja leikumfari í Betrideildini verða spældir, men B36 boðar frá á Facebook, at dysturin er fluttur til ein dag fram.
Dysturin verður tí spældur leygardagin 30. mars kl. 15:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald